Er okkurt misskilt?

Áður var tað soleiðis aftan á eitt val, at antin Javnaðar-, Fólka-, Sambands- ella Tjóðveldisflokkurin gjørdust størsti flokkur og fingu høvi at samráðast við teir ymsu flokkarnar um at skipa samgongu. Møguleikarnir vendu ymsar vegir, og ein ávís útskifting fór fram, ella kanska rættari, sum veljari kendi tú tað, sum at møguleikar vóru fyri at ”tín” flokkur hevði ein teoretiskan møguleika.

Um eg havi skilt tað rætt, er broytta mannagongdin nú, at løgmaður, sum nú situr, í veruleikanum kann verða sitandi til sín deyðadag eins og ein Castro, bert ”breiða samgongan” er aftanfyri – tí sum ÚF nevndi í kvøld: Løgmaður hevur buktina og báðar endar”.

Kenslan, ið mangur veljari man sita við nú er, at tað er heilt burturvið at fara á val, um tú ikki velur úrvalsliðið ABC – samgongan er jú soooo breið, hjá teimum er ongin orsøk at sleppa valdinum. Onkusvegna kennist tað óhugnaliga ódemokratiskt, men kanska eg havi misskilt tað heila!!