Samstundis lesi eg um ta øsing, sum Bill Justinussen og Jenis á Rana hava staðið fyri í løgtinginum um hetta tilmæli, tí teir halda tað vera alt ov víðgongt. Má smílast, tá júst hesir politikarar øsa seg um slíkt, tí teir plaga at standa fyri teimum mest víðgongdu sjónarmiðunum í løgtinginum.
Samstundis vil Bergtóra Høgnadóttir Joensen vera vil, at landslæknin hevur grein í sínum máli, tá hann mælir til grindabannið. Her er onki nýtt undir sólini.
Men álvaratos, skulu vit ikki sláa kalt vatn í blóðið! Tað hevur áður verið ávarað móti at eta ov nógva grind ella spik, og eisini hevur verið rátt frá, at gentur og ungar kvinnur eta grind, tí tað kann ávirka fertilitetsmøguleikarnar.
Alt gott um hetta, og kanska er eisini rætt at endurtaka og kanska herða hetta tilmælið.
Men hartil og heilt at bannað at eta grind haldi eg vera eitt langt og óneyðugt lop. Sá onkustaðni á internetinum, at løgmaður vildi taka málið um fullkomið grindabann upp í samgonguni.
Eg dugi ikki at síggja, at so víðgongd sjónarmið skulu vinna frama nú.
Síggi í Sosialinum í kvøld eisini aðrar ávaringar:
”Barnakømur eru eiturbumbur” er ein yvirskrift og ”multiresistensar bakteriur” er onnur. Hugsa vit um vanliga tíðindafloymin, so er næstan ikki dagur, at ikki okkurt, sum vit eta ella á annan hátt hava samband við, er sera vandamikið fyri okkum.
Hugsið til dømis um fartelefonirnar. Onnur hvør kanning sigur, at tað er vandamikið at tosa í fartelefon orsaka av radiobylgjunum, meðan onnur hvør sigur, at tað ikki er vandamikið.
Soleiðis kunnu vit halda fram.
Niðurstøðan er tann, at tað er vandamikið at liva! Og hetta er ikki nakað nýtt. Sagt hevur alla tíð verið, at ongin hevur yvirlitva lívið enn, og tað koma vit heldur ikki.
So hyggjuráðini eru enn sum áður: Alt við máta!










