Henda hósdagin, vit vóru við, vóru bert tvey onnur ferðafólk. Ein teirra var ein skúlagenta av Húsum, sum hvønn einasta dag ferðast aftur og fram við Barsskor. Hitt ferðafólkið var ein maður, ið hevði eitt arbeiði hann skuldi gera í felagshúsinum í Mikladali.
Men hinvegin so eru eisini túrar, har einki pláss er eftir hjá ferðafólkunum.
? Serliga um vikuskiftini á sumri er nógv fólk við, og tá er hann ofta fullsettur, sigur Sigmar.
Nógv fólk hava summarhús á Kalsoynni, serliga í Mikladali, og brúka vikuskiftini at vitja har.
Tá hann er fullsettur hava heldur ikki øll sitipláss, so ein partur av ferðafólkunum mugu tá standa uppi á dekkinum undir túrinum.
Tað man kortini ikki bila tað stóra tá líkindini eru góð, tí túrurin tekur bert ein góðan hálvan tíma og ein siglur haraftrat fram við vøkrum landsløgum. Og er ein heppin, sum vit henda hósdagin, so ber til at fáa eyga á onkra nísu eisini.
Sambært hagtølunum frá Strandferðsluni er eitt rættiliga stórt tal av ferðafólki á hesi farleiðini á sumri. Hagtølini vísa, at frá 1. juni til 31. august í fjør flutti Barsskor 5.027 ferðafólk.
? Hóast nógv av hesum eru tey somu fólkini, so er hetta kortini eitt stórt tal ? í veruleiknum eins nógv og fólkatalið í Klaksvík, sigur Sigmar.
Fóður og mjólk
Barsskor flytir tó ikki bert ferðafólk, tí rættiliga nógvur farmur verður eisini fluttur millum Klaksvík og Kalsoynna ? og millum Kalsoynna og Klaksvík.
Úr Kalsoynni er tað serliga mjólkin, sum vigar mest í hesum, og um heystið eru tað serliga nøgdirnar av krovum, sum eyðkenna farmin til Klaksvíkar.
? Tað sum vit føra yvir í Kalsoynna er mest fóður og sjálvandi matvøra til handlarnar í oynni.
? Vit føra eisini olju til bussarnar í oynni, tí teir brúka eitt serliga slag av olju, sigur Sigmar.
Er talan um annan farm, so hevur Dúgvan siglt við millumbilum í oynna við t.d. tangabilum og líknandi akførum.
Ikki tíðarhóskandi
Nú Barsskor gevst at sigla vekir tað sjálvandi kenslur í fólki ? bæði hjá manningini og ikki minst hjá ferðafólkunum.
? Tað er tó eingin ivi um, at skipið er ikki tíðarhóskandi og at neyðugt er við øðrum skipi.
? Tað eru sjálvandi kenslur við í øllum. Og ikki minst tann serligi hugnin, sum er umborð tá fólkini sita og práta saman.
Tey sum koma við bátinum av og á, tey kunnu minnast aftur á mangan hugnaligan túr og manga hugnaligt feriu í oynni.
? Men eingin ivi er kortini um, at tey sum ferðast við skipinum hvønn dag, tey ynskja sær eitt annað far, sigur Sigmar.










