Tøkniligar forkanningar geva av sær sjálvum ikki loyvi til at seta í verk byggi- ella umvælingararbeiði í samband við SSSB-FAR. - Heimurin broytist skjótt, hóast Tjóðveldisflokkurin setur seg ímóti. Eg heiti á løgmann um sum skjótast at fáa eitt aðalorðaskifti í lag.
Tað skal ávíst tolsemi til fyri at vera í samvinnu við flokk, ið bert hevur tvinnar dimensiónir á ávísum økjum, ein flokk ið ávíkavist bert sær svart og hvítt ella talan er um ja og nei. Trongskygni, er ikki at síggja aðrar nuansur.
Har politikarar eru, er nógv prát, har nógv prát er, finnast ofta ósemjur og har ósemjur eru, fylkjast fjølmiðlafólk, sum fuglur yvir seiðatorvu.
Einki umvælingar- ella byggiarbeiði
Uttanlandsnevndin viðgjørdi fyri fáum døgum síðani skriv frá Løgmanni, sum hevur fingið fyrispurning frá donskum myndugleikum um loyvi til at gera tøkniligar forkanningar fyri at fáa greiði á, um ætlanin í samband við SSSB "Ship Shore Ship Buffer, Faroes" kann setast í verk á staðnum.
Tá úrslitini av hesum kanningum eru fingnar, verður endalig avgerð tikin, um SSSB-FAR verkætlanin yvirhøvur verður sett í verk.
Talan er ikki um at seta nakað byggiarbeiði í verk, men bert nakrar forkanningar, so vitast kann, um nakað yvirhøvur skal ella kann gerast.
Av teirri orsøk, at málið skal aftur í tingið, um byggi- ella viðlíkahaldsarbeiði skal setast í verk, vóru Fólkafloksumboðini samd um, ongar viðmerkingar at gera til hetta. Tað vil í hesum førum siga, at vit góðtaka at forkanningarnar verður framdar.
Hetta brýtur ikki við nakra samtykt um, at áðrenn vit siga ja til útbyggingar, eigur aðalorðaskifti at vera um hernaðarviðurskiftini í tinginum. Um tað so klárleggur viðurskiftini nakað betur, fáa vit at síggja.
Vinstravongurin í Íslandi ørkymlaður
Tá eg hugsi um Tjóðveldisflokkin, um teirra "víðfevnda svart/hvíta og nei/ja politikk", kemur mær í hug vinstravendu íslendsku vinaflokkar teirra.
Eftir krígslok hava hesir nýtt hvørt høvið til, tá samkomur hava verið av ymiskum slagi úti ella inni, at standa við stórum skeltum og "rimmar" hátalarum: "Út við NATO" ella "út við amerikumonnum".
Nú amerikumenn av álvara hava hug at ríma úr Íslandi, standa hesir somu vinstra-vendu politkarar ? sjálvandi nøkur ár eldri ? ørkymlaðir, tí "soleiðis kunnu amerkiku-menn ikki fara av landinum, eisini tí amerikumenn hava latið rættiliga nógvan pening frá sær í íslendskar kassar umframt at vera ein trygg verja".
Heimurin broytist alt skjótari, sjálvt um Tjóðveldisflokkurin ger seg ómøguligan, og vit síggja eisini í dag, at londini eystanfyri, sum NATO varð stovnað fyri at verja okkum ímóti, nú brádliga eru NATO-lond.
Latið okkum stuðla
Tað var fyrrverandi bretski forsætisráðharrin John Major, sum nú ein dagin segði í einum"Talk Show" í BBC, at "vit skulu ansað eftir, nú ES hevur í kvittan at gera eina serstaka verjusamgongu, har Frakland og Týskaland eru á odda, at vit ikki undirgrava NATO-felagsskapin, sum hevur og fer at tryggja heimsfriðin betur enn nakar annar.
Latið okkum ikki sum samgonga ? eins og Tjóðveldisflokkurin - í berum treiskni sita hendur í favn og bara mótmæla øllum, tí vit eru ræddir fyri at taka støðu.
Sjálvandi skulu vit geva loyvi til hesar tøkniligu forkanningarnar, sjálvandi skulu vit vera við í samráðingum við NATO verjuskipanina uttan at verða ræddir fyri framman- undan, at verða "tiknir á bóli".
Fýra løgtingssamtyktir
Við løgtingssamtyktini 13. apríl 1940 vóru bretar í Føroyum. Hetta var ein serstøk støða. Sjálvandi hevði føroyingurin sína meining, men "Føroyar vórðu á ein hátt drignar inn í ósemjuna landana millum", um vit vildu tað ella ikki.
Í 1960 ? 12. mai - varð aftur sent mótmæli um, "at hermenn verða knýttir at Sornfellis- ella Eiðisstøðini og noktað fyri, at krígsútgerð verður goymd ella nýtt á føroyskum land- ella sjóøki".
Aftur 1970 mótmælti Føroya løgting og vísti til løgtingsviðtøku frá 13. apríl 1940.
Í 1984 var samtykt at "lýsa Føroyar at vera kjarnorkufrítt øki".
Vit hava tí sanniliga nógv at tosa við donsku stjórnina og NATO um.
Eg fari tí at heita á Løgmann um sum skjótast at leggja fyri tingið málið til aðalorðaskifti um framtíðarstøðu Føroya á verjupolitiska økinum, soleiðis at vit hava møguleikar at koma víðari á leiðini.