Grindin, sum bleiv merkt í Bø í farnu viku, er nú komin farin langt suður eftir.
Sambært seinastu dagføringini, sum Tjóðsavnið kunngjørdi í gjárkvøldið, liggur grindin nú vestan fyri Hebridurnar.
Seinastu vikuna ella so hevur grindin støðugt ferðast í ein sunnan, fyrst í ein útsynning móti Bill Baileys banka og síðani í ein beinan sunnan.
Tað vóru fýra grindahvalir, sum vórðu merktir 5. september.










