Nú skal kannast, um tað er víkingablóð, sum rennur í æðrunum á dønum, norðmonnum og svium, og hvør munur er á tí
Bretskir granskarar hava sett sær fyri at kanna, um danir, norðmenn og sviar hava víkingablóð í æðrunum.
Teir bretsku granskararnir hava staðfest, at fólk á ensku hálvoynni Wirral hava norskt víkingablóð í æðrunum. Nú ætla granskararnir eisini at kanna, um fólk í Lanchashire og North Yorkshire hava víkingablóð í sær.
Nú ætla granskararnir so at kanna, um munur ner á norskum, donskum og svenskum víkingablóði, og tí ætla teir at kanna blóð hjá fólki í Jyllandi og á Sælandi í Danmark, Skåne í Svøríki og í Stavanger, Bergen og Tróndheimi í Noregi.










