Er Mjølnir nú so stórur favorittur? (FM1)

(FM1) Thorvald Danielsen hjá Mjølnir og Jens Heri Bolstad Mortensen hjá Fleyr vitjaðu SportBoxina á FM1 seinnapartin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen gjørdi við umboð fyri bæði liðini, ið kappast í steypafinaluni hjá monnum.

 

Thorvald Danielsen fyri Mjølnir og Jens Heri Bolstad Mortensen fyri Fleyr møttu til eitt steypaprát.

 

Teir høvdu báðir hug at gera eitt sindur gjøldur við, at Mjølnir eru útnevndir til at verða so stórir favorittar, at tað næstan ikki loysir seg hjá Fleyr at møta upp til dystin, og Mjølnir kann bara møta og taka ímóti steypinum.

 

Thorvald Danielsen brennur fyri, at hann fyri fyrstu ferð síðani 2006 kann kalla seg steypavinnara aftur. Jens Heri Bolstad Mortensen ætlar í sínum lagi at fáa steypið í hús áðrenn hann fer til skips í átta vikur.

 

Óli G. Samuelsen sigur frá steypafinaluni millum Mjølnir og Fleyr á FM1. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5, og FM 98,7.