Mikkel Hansen telist millum tíðarinnar allar bestu hondbóltsleikarar, og í meira enn 10 ár hevur hann verið avgjørdi snúningsdepilin á danska landsliðnum. Men, hóast hetta vita danskir hondbóltsfjepparar ikki serliga nógv um, hvør Mikkel Hansen er uttan fyri hondbóltsvøllin.
Tað er langt ímillum smílini og stuttligu viðmerkingarnar, tá samrøður eru við hann, og hetta tulka nøkur sum stórlæti frá 31 ára gomlu hondbóltsstjørnuni. Men, Mikkel Hansen leggur einki í, hvat fólk halda. Tað avdúkar hann í einari samrøðu, sum Jyllandsposturin hevur havt við hann.
- Eg eri líka glaður, um fólk tulka meg at vera stórlátaður, um eg ikki smílist eftir ein hondbóltsdyst ella vil verða við til alt møguligt. Tað er líka mikið, um eg tykist glaður ella keddur, so verða tað kortini altíð nøkur, sum tulka tað at vera eitt ella annað.
Tað er umsorganin og virðingin fyri privatlívinum, sum fyllir mest hjá Mikkel Hansen, og tí skulu fólk heldur ikki rokna við at síggja hann í teimum stóru yvirskriftunum – hvørki nú, ei heldur tá hondbóltstíðin er av. Hann heldur, at onnur kunnu gera júst tað, tey hava hug til, men tað verður eingin, sum kemur at síggja hann í ”Vild med Dans”.
- Tað fer ongantíð at henda, sigur hondbóltsstjørnan, Mikkel Hansen avgjørdur við www.jv.dk