Er Miðflokkurin ein útreiðsluflokkur??

Eg havi hoyrt onkran sagt, at politikkurin hjá Miðflokkinum bara kostar landskassanum pengar. Hetta er ein fordómur, sum summi - helst í gáloysni - gera seg sek í. Eg skal við nøkrum dømum vísa á, at um Miðflokkurin fekk høvi til at fremja sín politikk, hevði landskassin kunnað spart nakrar hundrað milliónir árliga í rakstri.

Heilsuverkið
Ein stórur partur av allari sjúkraviðgerð og harvið av útreiðslunum hjá heilsuverkinum stavar frá ósunnum levnaði og skeivum hugburði til lívið sum heild. Orsakað av royking, rúsdrekkanýtslu, rúsevnamisnýtslu, ováti v.m. enda nógv menniskju sum sjúklingar. Sjúkurnar, sum stava frá hesi misnýtslu, eru sjálvgjørdar, og kunnu sostatt eisini fyribyrgjast, um alt samfelagið heilt frá tí einstaku familjuni inn í barnaansingarstovnarnar og síðani skúlaverkið saman tekur tøk, sum hava til endamáls at fáa fólk at liva eitt sunnari og betri lív. Ein rættur hugburður um hesi viðurskifti vildi spart heilsuverkinum fyri eitt trísiffrað millióna tal av krónum samstundis sum trivnaður og størri útboð av arbeiðskraft hevði verið vinningurin á plusssíðuni. Politikkur Miðfloksins á hesum øki er ein intensivering av upplýsingarsíðuni saman við møguligum tvungnum skipanum, sum skulu venja hvørt barn í Føroyum at liva sunt og at halda seg burtur frá skaðiligum evnum sum nikotin og rúsandi evnum.

Almannaverkið
Hesin politikkur hevði samstundis minkað um trýstið á almannaverkið. Forsorgarklientellið hevði minkað munandi og talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum hevði eykast. Við sjúku fylgir ofta forsorgartørvur og vánaligur trivnaður, og hevði ein sunnari hugburður til omanfyrinevndu viðurskifti kunnað spart almanna-verkinum fyri 10-tals milliónir.

Rætturin til lív
Tað kostar heilsuverkinum hvørt ár væl av peningi at fremja fosturtøkur. Hesin peningur kundi verið spardur, um Miðflokkurin fekk viðhald í sínum politikki. Um ongar fosturtøkur vóru framdar seinastu mongu árini, hevði tørvurin á innfluttari arbeiðsmegi verið tað minni og hevði hetta verið eitt stórt aktiv hjá føroyska samfelagnum.

Miðspjaðing
Miðspjaðing hevði minkað um trýstið á íbúðarmarknaðin í høvuðsstaðnum og hevði sostatt hildið húsaprísirnar á einum lægri støði. Hetta hevði spart landskassanum fyri nógvar milliónir í rentustuðli. Veruleikin er, at eini hús í Havn, sum kosta 1,5 mill kr. kosta um 900 túsund kr. á bygd. Sostatt kostar tað landskassanum nógvar milliónir eyka um árið í rentustuðli, at fólk velja at keypa hús í Havn heldur enn á bygd. Her hevði politikkur Miðfloksins eisini verið ein sparing fyri landskassan.

Einkarrættirnir
Eitt av aðalmálum Miðfloksins síðani stovnan hevur verið avtøka av einkarrættum. At telefon-virksemi, tryggingarvirksemi, flogleiðirnar v.m. er farið á fleiri hendur hevur spart einstaka føroyinginum 10-tals milliónir seinastu árini. Hóast hetta ikki er sparing í landskassans útreiðslum, so hava tú og eg merkt positivu avleiðingarnar av hesum politikki.

Ergo..
So, góði lesari, sum sæst er Miðflokkurin ikki ein útreiðslukrevjandi flokkur, men kundi við sínum politikki verið við til at spart almenna húsarhaldinum fyri rúgvuvís av óneyðugum útreiðslum bæði í heilsu- og almannaverkinum. Mong onnur dømi kunnu nevnast, men tað kunnu vit goyma til onkra aðra ferð.