- Eiga vit altíð at halda givin lyfti, ella eru nøkur lyfti, sum í ávísum støðum kunnu og kanska enntá eiga at verða brotin? Kunnu vit aldrin gera einum menniskja mein ella pína tað? Hetta eru nakrir spurningar, sum vera umrøddir í nýggja bóklinginum, sum Etiska ráðið hevur latið umsett og lagt á heimasíðuna trýst her. Endamálið við bóklinginum er at eggja og stimbra kjakið um etiskar spurningar, sum viðkoma okkum øllum, skriva Etiska Ráðið í tíðindaskrivi í dag.
Umframt spurningarnar omanfyri, verða millum annað hesir spurningar umrøddir: Er menniskja ónt ella gott, frælst ella ófrælst, ábyrgdarfult ella ábyrgdarleyst, skynsamt ella óskynsamt?
- Eri eg sjálv/ur sinnað/ur at geva einum sjúkum menniskja lívgøgn míni?
- Skulu avvarðandi sleppa at taka avgerðina, um støðan hjá tí deyða um vevnaðarflutning ikki er kend?
- Hava vit tamarhald og ræði á tólmennum (robottum)?
- Hvønn verða tey nýggju sløgini av tøkni ment til frama fyri og hvør fær atgongd til teirra og hvør fær nyttu av teimum?
- Hvussu skal meginreglan um sjálvsavgerðarrættin brúkast, um ein sjúklingur hevur skerdan førleika til sjálvur at taka avgerð.