Í sitandi bygdarráði í Skálavík eru tríggjar kvinnur og tveir menn, og borgarstjóri er Linjohn Christiansen. Hann hevur sitið í bygdarráðnum heilt síðan 1984, tá hann sum blaðungur fyrstu ferð varð valdur.
Til kommunuvalið hin 8. november hevur listi A ein mann og eina kvinnu, og listi B hevur tveir menn og fimm kvinnur. Av teimum, sum eru uppstillað, eru soleiðis 33 prosent menn - og 67 prosent kvinnur.
Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu er væl nøgdur við, at kvinnurnar eru so væl umboðaðar í Skálavíkar bygdarráði, og hann er eisini fegin um, at so nógvar kvinnur eru á listunum hesaferð.
Linjohn Christiansen varð fyrstu ferð valdur í Skálavíkar bygdarráð í 1984, og øll árini fram eftir hevur hann verið fyrstvaldur í bygdarráðið.
- Eg bar meg undan at gerast borgarstjóri í 1984. Um hetta mundið var eg 1. stýrimaður umborð á Sólborg, og vit vóru gjarna burtur í einar fýra mánaðir í senn, og samskiftismøguleikarnir tá vóru vánaligir.
Á kommunuvalinum fýra ár seinni - ella í 1988 - varð Linjohn Christiansen aftur fyrst valdur, og tá tók hann við sum borgarstjóri og hevur verið borgarstjóri í Skálavíkar kommunu øll árini síðan.
- Eg haldi, at eg eri bíligasti borgarstjóri við 1/5 parti av einari borgarstjóraløn, og eg haldi samstundis, at eg eri hin effektivasti, sigur hann brosandi.
Samskiftismøguleikarnir í dag eru so góðir, at eingir trupulleikar eru at røkja borgarstjórastarvið - eisini, meðan hann er burtur.









