Er Óli so ljótur?

Saman við hópin av kendum stórleikarunum, er Óli Johannesen at finna á ljótasta liðnum í Europa

 

Vakurleiki?

 

 

 

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyskir fótbóltsleikarar eru at síggja á ymsum úrvalsliðum, sum verða sett saman á ymsan hátt.

 

Nú er tað tó eydnast føroyska landsliðsskiparanum, Óla Johannesen, at koma á eitt slíkt, men neyvan fara vit heilt skeivt, um vit siga, at Óli í hesum førinum væl kundi verið hendan heiðurin fyri uttan.

 

Óli er nevnliga settur á liðið hjá heimasíðuni, www.uglyfootballers.com, og sum navnið sigur, so er hetta ein heimasíða, har ljótastu leikararnir (mett eftir útsjónd) eru at finna.

 

 

 

Stór nøvn

 

Tað eru ikki eiti á viðleikarar, sum heimasíðan hevur givið Óla á liðnum, har føroyski landsliðsmaðurin tó er somikið vakur, at hann bert er eykamaður.

 

Talan er um eina 4-4-2 uppstilling, og er liðið sett soleiðis. Í mál er Oliver Kahn úr Bayern München. Verjuleikarar eru Ivan Campo (Real Madrid), Abelardo Fernandez (Barcelona), Frank LeBoef (Marseille) og Christian Ziege (Tottenham). Á miðvøllinum eru Steffan Effenbert (Bayern München), Jens Jeremies (Bayern München), Moreno Torricelli (Fiorentina) og Demetrio Albertini (AC Milan). Álopsleikarar eru Miguel Angulo úr Valencia og Boudewijn Zenden úr Chelsea. Umfram Óla ? sum heimasíðan sigur koma úr AGF ? eru Zvonomir Boban (Celta Vigo), Carsten Jancker (Bayern München) og Henrik Larsson (Celtic) á beinkinum. Venjari hjá liðnum er hollendingurin, Guus Hiddink.

 

Umframt at heimasíðan hevur kosið ljótasta liðið í Europa, er eisini ymiskt annað skemtiligt at finna. Millum annað ber til at síggja vakrastu leikarakonurnar, nakrar sonevndar »streakers« og sjálvandi eisini dómarar. Ikki heilt óvæntað fær italski Pierlugi Collina onga kapping í hesum seinasta bólkinum.