Er lættari hjá telefyritøkum at njósna í Føroyum enn í Danmark

Danir hava dagført netlógina fyri at steðga telefyritøkum at njósna. Men lógin er ikki galdandi í Føroyum.

Ikki kann sigast, at Henrik Old fekk nakað greitt svar frá Claus Hjort Frederiksen, verjumálaráðharra. Henrik Old spurdi, um tað mundi metast forsvarligt at keypa millum annað 5G-netverksútgerð frá Huawei, tá fleiri lond antin hava sett forboð móti ella umhugsa at seta forboð móti tí sama.

 

Danski verjumálaráðharrin sigur, at danska stjórnin nýliga hevur dagført lógina um net- og kunningartrygd, júst av tí, at hon er tilvitað um tætta sambandið, sum kann vera millum útlendskar fyritøkur og stjórnir, so sum millum Huawei og kinesisku stjórnina.

- Lógin hevur styrkt stýringina av kunningartrygdini og tilbúgvingini á teleøkinum í Danmark og hevur hert krøvini til trygdina hjá donskum telefeløgum. Eg skal tó viðmerkja, at lógin ikki er galdandi fyri Føroyar og Danmark, sigur Claus Hjort Frederiksen.

 

Hann svarar ikki Henriki Old beinleiðis um, hvørt tað er rætt at keypa 5G-tøkni frá Huawei ella ikki, men vísir á, at hetta er ein nógv viðgjørdur spurningur í løtuni.

- Tað er eingin ivi um, at stjórnin tekur spurningin í álvara. Hetta er eisini orsøkin til, at tað í løtuni er samskifti millum stjórnina, Sentur fyri Cybertrygd og ymiskar privatar aktørar, sigur Claus Hjort Frederiksen.