Hallur Hansson er í løtuni toppskjútti hjá AC Horsens í donsku Superliguni við seks málum. Hetta er ein greið betring frá einum skaðadarvaðum kappingarári í fjør, tá ið hann als ikki koma á máltalvuna.
Seinasta málið, sum Hallur Hansson skeyt, var mánakvøldið, tá ið hann skoraði til 1-0 í týdningarmiklum 2-1-sigri á AGF. Í samrøðu við Horsens Folkeblad peikar føroyski landsliðsleikarin á, at nakrir toppskjúttunum frá síðsta kappingarári ikki longur eru við AC Horsens.
- Aðrir hava verið noyddir at taka við, og har eri eg so ein av teimum, sigur Hallur í samrøðu við blaðið.
- Eg eri komin til skotroyndir í stórt sæð øllum okkara dystum, og tá skulu nakrar umsetast til mál. Eg var ógvuliga leysur, tá ið eg skoraði til 1-0 ímóti AGF, men tað kemur javnan fyri tá ið slíkar spælingar koma aftarliga í feltið, sigur hann víðari.
Í AC Horsens hevur Hallur Hansson fyri tað mesta havt útgangsstøði á vonginum, men seinastu tveir dystirnar er hann fluttur inn á sentrala miðvøllin, og tað hóvar honum væl.
- Tað er tað plássið, sum eg sjálvur helst vil spæla á. So tað fegnist eg um, sigur Hallur Hansson í samrøðu við Horsens Folkeblad.
AC Horsens er í løtuni á 6. plássi í donsku Superliguni. Næsti dystur verður sunnudagin á heimavølli ímóti FCK. Tann dysturin byrjar kl.15.00 og verður vístur beinleiðis á Canal 9.










