Er kips mannaføði?

Jákup Petersen
-------------

Nú ført hevur verið fram, at grind ikki er mannaføði kundi ein spurt um sokallað chips er mannaføði.
Fyri nøkrum árum síðani blivu hyllarnar við chips tømdar í Svøríki og fleiri øðrum londum. Orsøkin var, at svenskir granskarar høvdu víst á vanda fyri krabbameini í djórakanningum. Matvørueftirlitið sissaði málið, og chipsposarnir komu só líðandi upp á hillarnar aftur.
Chips verða gjørd úr tunnskornum eplum, sum síðani verða bakaði í heitari olju. Undir hesari framleiðslu verður evnið acrylamid framleitt og er at finna í chipsinum.
Acrylamid er eisini at finna í kaffi, keks snerktum breyði o.s.fr.
Framhaldandi kanningar hava eisini víst, at acrylamid við at lækka insulinið í menniskjum kann hava týdning fyri fólk við sukursjúku.
Tað finnst eisini eitt møguligt samband millum acrylamid og krabbamein í munninum. Ein vísindalig grein í American Journal of Clinical Nutrition í 2009 vísti samband millum acrylamid og nýra krabbamein.
Hvussu nógv acrylamid er í teimum vørunum sum verða seldar í Føroyum og fylgja vit teimum ásetingum sum skulu verja okkara borgarar.
Stórt sæð kann sigast, at allastaðni har “fast food” verður gjørt er vandi fyri ov høgum innihaldi av acrylamid og sostatt vandi fyri okkara borgarum.