Sá í Dagblaðnum herfyri, at Jørgin Niclasen skýrir Høgna Hoydal at vera óseriøsan, tí tað er við at verða klárt longu nú at yvirtaka m.a. løgregluna. Hann sigur at Høgni hevur lovað, at løgreglan ikki skuldi yvirtakast í hesum valskeiðinium. Tað skal vera orsøkin til at Høgni ikki er seriøsur.
Ein sera løgin pástandur. Haldi at Høgni og hansara umsiting heldur skuldi fingið rós fyri skjótt og gott arbeiði, at hetta stóra mál longu nú er við at koma undir land at verða yvirtikið.
Tað sum helst er gali er, at Jørgen er ein av sambandsmonnunum í Fólkaflokkinum, og tí ikki er so fegin um hesa yvirtøku. Og so er tað sera stuttligt, at tað er júst Jørgin sum skýrir onnur fyri at vera óseriøs. Hansara "seriøsitet" kenna øll bæði sum vinnulívsmaður og politikari.