Jón Ellendersen
??????????????
"Jógvan við Keldu, landsstýrismaður við innlendismálum, sigur, at arbeiðsloysið í landinum veksur við rúkandi, og valið stendur ímillum at skapa flest møgulig arbeiðspláss til føroyingar ella at geva útlendingum arbeiði í staðin". (Dimma 17. mars)
Tað er sum so einki ræðandi við orðum landsstýrismansins, vóru tey bert ein almenn útsögn, men í tí samanhangi, at tað snýr seg um, at vísa teimum útlendingum av landinum, sum vit fyri bert fáum mánaðum síðani móttóku við opnum örmum, tí vit tá hövdu brúk fyri teimum, so minnir tað ikki sört um spírandi rascismuna í Danmark í 80unum. Júst somu orðini vórðu nýtt.
"Útlendingar stjala arbeiði frá dönum!" soleiðis byrjaði karrieran hjá m.a. Piu Kjersgaard, og soleiðis byrjaði tann, í dag so umfatandi rascisman í Danmark, og soleiðis byrjaði hon í Svöriki og Noregi. Tað ljóðar so meinaleyst, men aftanfyri meinaleysu orðini liggur rascisma og fascisma og lúra. Og tí spyrji eg: Er Jógvan við Keldu rascistur?
Eg sigi ikki, at hann er tað, men ljóðið av styvlatrampi hoyrist so ófrættakent í havsbrúnni.
Tað er júst hetta, at so leingi vit hava brúk fyri útlendingum, antin sum arbeiðsmegi ella sum styrkur til föroyskan ítrótt, so eru teir vælkomnir. Men, men, men. Tá vit so ikki longur hava brúk fyri útlendingunum, so verða teir vístir av landinum, tí teir stjæla frá föroyingum. Hesin boðskaður er so gamal, at bæði Hitler og Mussolini brúktu hann, og tó so nýggjur, at hann framvegis er sterkasta argumenti í fremmandahatrinum í hinum norðanlondunum.
Hvat er nú vorðið av tí so nógv umrödda föroyska blíðskapinum, ella eru vit meiri og meiri farin at hugsa sum Óli Breckmann og siga, alt fleiri og fleiri, at flóttarfólk eru drasl - at útlendingar, sum ikki hava "nóg gott rasublóð" eru drasl, og tískil kunnu vit fara við teimum sum okkum hóvar, sum vit fara við drasli, burturkasti og dripnum frensum?
"Skála Ítróttarfelag er komið í ta støðu, at skula gjalda tveimum serbarum og trimum rumenum løn fram til november mánað, hóast hesir helst ikki sleppa at spæla við á fyrstudeildarliðnum hjá Skála í ár, men í staðin verða vístir av landinum.
At gjalda hesa lønina og samstundis fara út og finna fimm aðrar spælarar í staðin er nakað sum Skála Ítróttarfelag als ikki megnar, og tí stendur felagið at skula snara lyklinum um ein av fyrstu døgunum". (Dimma 17. mars)
At Jógvan við Keldu so samstundis avhövdar meginpartin av ítróttarfelögunum í Föroyum, vísir bert enn meir, at tað eru aðrir áhugar enn vælvera föroyinga sum liggja honum á sinni. Ítróttarfelögini eru nervin í föroyskum ungdómslívi, og hava vit ikki longur ta eggjandi gularótina sum eitur, eina vælvirkandi 1. deild í fótbólti og hondbólti, so fer ein stórur partur av föroyska ungdómslívinum at leggjast út á göturnar til ampa fyri bæði tey ungu sjálvi og landið sum heild.
Lögið at so fáar ræddir hoyrast, sum mótmæla, tá nærum ein fólkarörsla tók seg upp, tá skeinkiloyvið í Runavík varð noktað.