Er Jógvan við Keldu blivin misskiltur?

   

Villads Bøgesvang
Eiði
???????????
Neyðugt er at hava prinsippir og rætningslinjur fyri hvønn veg ein ynskir at fara, og fyri hvønn politikk ein ynskir at føra - eisini viðvíkjandi útlendingum. Vit eru mong, sum halda at Jógvan við Keldu er ein rættsinnaður maður við góðum og føstum prinsippum. At Jógvan við Keldu meinar at arbeiðspláss í Føroyum er fyri føroyingar og norðurlendingar er vælsaktans náttúrligt. Føroyingar hava altíð verið gesta-blíðir og hava altíð bjóðað fremmandum vælkomnum - ikki minst um vit kundu frætta nakað ella læra nakað frá teimum.
Í ítrótti vilja vit eisini fegin vera millum tey bestu. Fyri at hetta skal bera til, hava vit bjóðað útlendingum higar - bæði fyri at hjálpa okkum og fyri at geva okkum íblástur. Sum ískoyti til ítróttarlønina fingu hesi lyfti um arbeiði. Nógv av teimum, sum eru komin higar, eru fallin væl til, og summi hava enntá lært seg tað føroyska málið. Tey hava haft álit á, at eitt orð er eitt orð, og at her kundu tey verða.
Frá polittiskari síðu ber til at broyta politikk og avgera, at nýggjar reglur skulu galda í frammtíðini. Við tí virðing eg havi fyri Jógvani við Keldu, havi eg ilt við at trúgva at hann við nýggjum viðtøkum - við afturvirkandi kraft - kann bera at hetta førir við sær familjuvanlukkur.
Eg eri væl vitandi um, at lóggávan hesum viðvíkjandi er donsk, men eg trúgvi ikki, at danska útlendingastýrið gongur ímóti ynskjum frá føroyskari síðu. Um nakar tí hevur fingið ta fatan, at hetta er politikkurin hjá Jógvani við Keldu, so eru vit óivað mong sum halda at landsstýrismaðurin er blivin misskiltur.
Tað hevði tí verið deiligt, um Jógvan við Keldu hevði viljað gjørt okkum øllum greitt, hvørjum hann stendur fyri, soleiðis at einki er at misskilja.