Katrin Olsen, sum umframt at hava verið eliturógvari nú eisini er lækni, sigur tað ikki vera nakað vandamál, um 10-mannafør mugu rógva umróður
- Sjálvandi er tað forsvarligt. Treytað av, at menn ikki eru sjúkir ella hava fepur, so er tað ikki so, at tú setir heilsuna í vanda við at bátar skulu rógva umaftur. Og vóru teir sjúkir, so høvdu menn helst ongan tíð sett seg við árarnar. Og hóast onkur sammetur hetta við at koyra ein marathon-rennara út at renna tvær ferðir, so er hetta ein samanbering, sum als ikki heldur, sigur Katrin Olsen.
- Hinvegin verður tað nokk ongan tíð nakar góður róður. Ert tú har úti, sum tú ikki klárar at seta nógv meira á, so verður tað ein støða, har tað bara ræður um at gjøgnumføra, sigur Katrin Olsen.
Hon leggur afturat, at hon hevur uppliva líknandi støður til HM-kappingar, men at talan tá er um stevnur, sum fevna um fleiri dagar, og at møguleikarnir fyri hvíld tí eru heilt øðrvísi tá.