Er ikki opið hús í Tinganesi

Løgmaður ætlar ikki uttan víðari at rinda endurgjald til teirra, sum kunnu hava mist upp á avlýstu drotningavitjanina.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur lítlan hug at tosa um at rinda kommunum og øðrum endurgjald fyri avlýstu drotningavitjanina, sum eftir skránni skuldi verið í hesi vikuni.

 

Hann heldur, at tað er eitt mál, partarnir eiga at loysa innanhýsis og sínamillum, heldur enn í fjølmiðlunum.

 

Tað var borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, sum í gjár segði við In.fo, at hann ikki helt tað vera meira enn rímiligt, at øll tey, sum hava mist pengar upp á ætlaðu drotningavitjanina, fáa endurgjald.

  

Hann heldur, at Løgmansskrivstovan eigur at rinda tað, hetta hevur kostað, hóast vitjanin varð avlýst, men Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ætlar ikki at lata kassan standa opnan til endurgjald, uttan at tað er rætt og rímiligt.

 

Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, segði í gjár, at hann ætlar at taka spurningin upp við borgarstjórarnar í øðrum kommunum, sum eru raktir av avlýsingini, fyri at vita, um tað ber til at koma til eina felags niðurstøðu.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.