Hevur tú keypt nýliga keypt tær ein dunk av Thousand Island dyppi -dressingi- og heldur tú, at hann smakkar løgið, er tað ikki vist at tað smakkleykinum hjá tær, tað er galið við. Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nevniliga í morgun eitt ávíst slag av dyppi frá First Price. Vøran, talan er um, er First Price Thousand Island Dressing, 0,5 % 400 ml., og hon heldur sær til
01.07.2015 og til 02.07.2015.
EAN:
7311041074954.
Orsøkin, at vøran er afturkallað, er, at tað er farið at gera í dyppinum. Tískil hevur hon broytt bæði smakk og tættleika, og er óhóskandi at eta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum liggja inni við hesi ávísu dyppsósini, um at tveita hana burtur, ella at bera hana aftur í handilin, haðani hon er keypt. |