Er hetta prísurin fyri loysing???

Ann Mikkelsen

 

Eg sum avvarðandi hjá sklerosuraktum eri milt sagt í sjokk, hvat hugsa tit fyri tykkum, høgtvirdu?? menn og kvinnur í løgtingi og í landsstýri??

Liva vit í ár 2008?

Liva vit í einum framkomnum Føroyum?

Vit, sum hava sklerosu tætt at lívinum, vita, hvat sjúkan kann gera við likamið, vit vita eisini hvat undur heilivágurin kann gera og vit vita so sanniliga, hvat hann kostar, og tað er ikki lítið.

Er tað virkuliga meiningin, at allir føroyingar, sum raktir eru av sklerosu, har heilivágurin virkar, skulu flyta av landinum, fyri at fáa hjálp?? og teir, sum ikki hava orku at flyta, bara hava eitt at síggja fram til: Ein rullistól og óhjálpni???

Hvat kostaði Uttanríkisráðið hjá Høgna??

Hvat kostaði Lógarmálaráðið hjá Helenu??

Nei, eg bara spyrji. Vit, sum avvarðandi, standa bangin og rista í okkara grundvølli.

Og hvar er løgmaður í øllum hesum ørskapi??

Er hetta prísurin fyri loysingina, so var betur um hendan samgongan takkar av og leggur kongin, tí, um vit reka væl virkandi familjur við børnum av landinum, ja, so verða Føroyar eitt sera fátækt land og eitt ógvuliga ólukkuligt fólk.

Haldi erlig talt, at nú má onkur?? skera ígjøgnum og steðga ørskapinum. Vit hava ikki ráð at missa meiri ungfólk/familjur.

Minnist til, at sum tit laða tykkara varðar, verða tit mintir.

Hava vit ráð til 3 sjúkrahús???