Britney Spears, Jennifer Lopez, Lady Gaga og allar hinar popdullurnar hava allar verið á bananum í ár við einum videolagið, sum snøgt sagt skríggjar sex. Men nakað bendir á, at Beyoncé hevur tað frekasta videolagið í ár.
Nú 2011 er farið at halla, verður kjakast dúgliga um hvat videolag skal fáa heiðurin sum ársins mest sexuta video. Tær ymsu tónleikaheimasíðurnar kjakast um hetta evnið.
Eitt videolag hevur stungið seg úr mongdini, og tað er tað hjá Beyoncé. Meginpartin av videolagnum til sangin Best Thing I Never Had, er songkvinnan at síggja í sera tunnum og gjøgnumskygdum undirklæðum.
Fleiri enn 60 milliónir hava sæð videolagið á YouTube her:
Hetta veit heimasíðan hjá Ekstra Blaðnum í dag.