- Spurningurin um, hvør átti lottoseðilin á 27 milliónir, hevur elvt til mikið høvuðbrýggj hjá fleiri føroyskum monnum.
At slatur og sleyg hoyrir øllum samfeløgunum til, vita vit helst øll full væl. Men tá spurningurin um, hvør føroyingur er vorðin fleirfaldaður millióningur, síðani lottoseðilin keyptur úr Hoyvíku varð kunngjørdur sum tann stóri vinnari herfyri, er slatri ikki til at steðga.
Í øllum førum ikki um tú spyrt teir tríggjar føroysku menninar, sum Vikuskiftis Sosialurin hevur tosað við í dagsins blað. Ein teirra er Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, sum herfyri kendi seg noyddan at skriva á Facebook, at tað also ikki er hann, sum hevur vunnið milliónirnar.
- Eg haldi eini 100 fólk hava spurt meg seinasta mánaðin, sigur Thomas Juul millum annað.
Les um hansara upplivingar og tær hjá tveimum øðrum føroyskum monnum, í Vikuskiftis Sosialinum í dag.










