Er Heðin Mortensen javnaðarmaður??

 

Borgarstjórin í Havn er firtin um at eg sum politikari havi eina meining um eina framtíðar góðshavn í Føroyum. Hann biður meg halda fingrarnar burtur.

 

Lat meg siga beinan vegin, at tað vildi verið púra ábyrgdarleyst, um landspolitikarar ikki høvdu eina meining um byggjan av góðshavn í Føroyum fyri eina milliard. Ein góðshavn, har meginparturin av inn- og útflutninginum úr landinum skal fara.

 

Miðsavnan av góðsflutningi er ein alsamt vaksandi pengamaskina til ta kommunu sum skal hýsa flutninginum og tað økir um tann ójavna sum “javnaðarmaðurin” Heðin Mortinsen slóðar fyri.

 

Sambært heimasíðu javnaðarfloksins er Heðin Mortensen næstformaður í Føroya Javnaðarflokki. Á somu heimasíðu er stevnuskrá floksins endurgivin. Har stendur m.a.: Gjøgnum samhaldsfesti skapa vit møguleikan fyri frælsi og javnaði fyri øll. Men Føroyar er einasta landi í okkara parti av heiminum ið ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan. Hesar skipanir eru kendar úr grannalondum okkara. Tær byggja á samhaldsfastu hugsjónina og áttu tí at verið søtur tónleikur fyri øll, ið taka undir við javnaðarhugsjónini.

 

Men henda politik gongur næstformaður javnaðarfloksins ikki inn fyri. Men vit vita, at Heðin eftir eina valnátt fór úr sambandsflokkinum uppí javnaðarflokkin, tí honum stóð í boði at gerast borgarstjóri í Havn. Tað var soleiðis ikki djúpar hugsjónarligar orsøkir ið fingu Heðin at skifta flokk.

 

Tá Havnin skal byggja eina góðshavn fyri eina milliard og ein munandi betri havn kundi verðið bygd á Skálafjørðinum fyri 25% av kostnaðinum, so sigur tað seg sjálvt, at her ruggar ikki alt rætt. Spurningurin er tí um henda íløga hevur tað almannagagnliga endamál, sum ásett er í kommunustýrislógini. Um trý ár tekur tað 15 minuttir at koyra millum Skansan og Skálafjørðin og hevði Skálafjørðurin í dag verið partur av Tórshavnar Kommunu, hevði Heðin neyvan tosað um at leggja nakra góðshavn uttanfyri Havnar Skansa. Peningurin fyri vørugjøldini hevði tá kortini endað í kassanum hjá Tórshavnar Havn.

 

Bakkafrost byggir eitt kryvjivirki á Skálafjørðinum. Tað virki fer kanska einaferð at framleiða 50.000 tons árliga til útflutnings. Men hví skal laksur, sum er aldur í Árnafirði, kruvdur á Skálafjørðinum og etin í Paris fyri einhvønn prís avskipast yvir tann brimbarda Skansan. Er tað ikki bert fyri at fáa kassaapparatið hjá Heðin at ringja?

 

Støðan er vorðin tann í dag, at kommunur skapa nú ikki bert karmarnar, men eru týðandi vinnuligir aktørar. Hetta er beinleiðis í stríð við bókstav og anda í kommunulógini.

 

Landið eigur í dag eina góðshavn. Vága Floghavn. Og hví kann landið ikki reka eina góðshavn fyri sjóvegis flutning, á sama hátt sum landið rekur eina floghavn?