Er Hans P. Strøm, landsstýrismaður besettur?

John Sigurd Joensen

Tann 12. juni 2006 setti eg H. P. Strøm nakrar spurningar í Sosialinum um ferðaendurgjald fyri tey sjúku, sum búgva uttan fyri Havnina. Nú 22. juni 2006 er einki svar komið. Tað kann aldrin vera rætt, at tey sjúku uttan fyri Havnina skulu gjalda eykaskatt fyri at fara til serlækna. Teir ráðandi kunnu aldrin hava loyvi til at seta eina lóg í gildi, um bert rakar tey sjúku uttan fyri Havnina, tað vil siga, ein bólk av teimum sjúku, og tað er sanniliga ikki teir lítlu pengarnir, teir taka (jú fyri teir), men ikki fyri tey sjúku. Allir serlæknar eru í Havn, hví ikki bara taka alt til Havnar og so kunnu tey ríkikeypa allar útoyggjar til feriupláss, tit hava pengar til tað.
Til útoyggjafólk: Um tit vænta nakað sum helst frá teimum ráðandi, kunnu tit gott gloyma alt aftur. men vit síggja teir nokk aftur, tá ið val verður aftur. Sigi bara: Læsið allar hurðar, sigið bert gud forbarmi seg