Fleiri nýggjar bøkur prógva nú, at málið um sambandið millum Monicu Lewinsky og Bill Clinton var væl skipað og tilrættalagt.
Sakførarar, politikarar, journalistar og vinnulívsmenn á ytsta høgraveinginum í USA høvdu sett sær fyri, at fremja eitt ?karaktermorð? á Bill Clinton. Hesar kreftir leitaðu við ljós og lykt eftir persónligum mistøkum hjá forsetanum, og tá teir frættu um sambandið til Lewinsky, settu teir eitt risastórt arbeiði í gongd: Málið skuldi brúkast til at fella Clinton!
Karaktermorð
í Føroyum
Við eru ikki von við slíkar mannagongdir her í Føroyum ? men farnu mánaðirnar hava vit verið vitni til eina miðvísa roynd at fremja Føroya fyrsta, skipaða karaktermorð.
Menninir, sum standa á odda í royndunum at fremja hetta, eru serliga Jóannes Eidesgaard, Atli Dam, Hans Pauli Strøm, Bergur Dam og Virgar Dalsgaard. Aðrir ? t.d. Rolf Guttesen og Dan Petersen hava eisini roynt at hildið seg framat.
Hesir menn hava tað til felags, at teir allir eru javnaðarmenn. Teir hava eisini tað til felags, at í teirra hjørtum brennur eitt inniligt hatur til Høgna Hoydal. Hann er tað, karaktermorðið skal raka.
Ikki eitt orð um politikk
Tað er eitt eyðkenni fyri fólk sum fremja politisk karaktermorð, at tey als ikki nýta politisk argument.
Clinton skuldi ikki fellast við politiskum argumentum. Hann skuldi rakast persónliga. Tí fellur maðurin, fellur allur hansara politikkur av sær sjálvum.
Teir umrøddu javnaðarmenninir nýta somu framferð. Tað er syndarliga lítið, teir hava at siga um ítøkiligar politiskar ætlanir. Nei, tað er mannin, teir vilja raka.
Men teir hava ikki nógv at leggja eftir Høgna Hoydal við, og tí eru teir farnir undir eina desperata roynd at seta hann í bás við heimsins allar ringastu einaræðisharrum og hópdrápsmonnum.
?Førari?, ?fasist?, ?diktator?, ?propagandaministari?, ?Høgni-jungen? eru heiti, teir aftur og aftur nýta í umrøðuni. Endamálið er greitt: Høgni Hoydal skal setast í samband við sjálvan Hitler og hansara sameindu, Franco og Mussolini. Sjálvt tingsins røðarapallur verður nýttur til at varpa út hetta blinda hatur.
Hetta er so sjúkt, at ein hevur ilt við at finna orð fyri tí.
Men bølmenni vóru eisini í kommunistisku stýrunum eystanfyri ? og so verður tað eisini brúkt aftur og aftur. Seinast var tað Eidesgaard, sum roynda at tengja Høgna saman við ræðslustýrinum í m.a. Tiräna.
Politisk ómegd
Høgni Hoydal er eingin einaræðisharri. Hann er ein demokratiskt valdur politikari ? og helst tann evnaríkasti politikari, vit hava átt í Føroyum í nógv ár, og tað pínir teir.
Hann hevur (í mun til fleiri javnaðarmenn!) aldrin verið hvørki fasistur ella kommunistur, ella hoyrt til nakra slíka politiska ?sekt?.
Hann hevur, tað eg veit um, heldur ongantíð dripið nakran.
Men hann hevur arbeitt meira og fingið meira burturúr enn flestu aðrir politikarar. ? Og tað er tað, javnaðarmenn hata hann fyri!
Tær samanberingar, sum teir umrøddu menninir royna at gera, siga einki um Høgna Hoydal. Men tær siga ógvuliga nógv um Eidesgaard, Dam & Dam, Strøm, Guttesen og allar hinar.
Tær siga, at hesir menn eru í uppisetri fyri politisk argument. Teir eru desperatir. Tað einasta teir eiga at føra fram, er blint hatur.
Slíkum kemur eingin langt við. Tað rakar ongan uttan teir sjálvar.
Og tað hevur tað longu gjørt. Tað er vorðið trupult at taka bæði Strøm, Dam, Eidesgaard og allan Javnaðarflokkin fyri fult.
Ikki minst tá hugsað verður um, at Rolf Guttesen, Hans Pauli Strøm og Bergur Dam vóru berandi kreftir í víðgomdu vinstravendu rørsluni ?Føroyskir Sosialistar? (FS), sum serliga var virkin í 70?unum og byrjanini av 80?unum.
Nú er líkt til at hesir menn eru bodnir til háborðs í javnaðarflokkin, men framferð- og orðalag teirra er júst tað sama, sum á ytsta vinstraveinginum í farnum tíðum.
Men at teir eisini skuldu megna at fáa ?hin føroyska javnaðarflokkin? til at kopiera framferðarháttin hjá ytsta høgraveinginum í USA - tað vardi meg ikki, fyrr enn eg sá hetta á prenti í sosialinum.
Kai Vágfjall