Er framvegis stuttligt

Fleiri ferðir hevur Jónleif Sólsker sagt, at seinasti dysturin stóð fyri framman. Í mars mánaði fer hann um tey 43 árini, men enn er stuttleikin tann sami, heldur spælskiparin hjá Kyndli

Hondbóltur

 

Skaðin, sum Høgni Klein fekk í hálvfinaluni móti StÍF, hevur skert Kyndilsliðið. Hinvegin er Kyndil framvegis í teirri hepnu støðu, at liðið hevur ein framúr spælskipara í Jónleif Sólsker. Hóast árini nærkast teimum 43, er hondbóltshøvdið framvegis skjótari enn hjá flestu øðrum. Og sjálvur um talan langt ífrá er um hansara fyrstu finalu, so er spenningurin undan leygardegnum stórur.

- Kanska er mann meira róligur, enn mann var fyrr. Men eg trúgvi nú ikki, at tú setir teg upp á stórt øðrvísi hátt, enn eg annars havi gjørt.

Tá kappingarárið byrjaði, varð tosað um, at Kyndil hevði trupult við yvir høvur at manna lið. Høvdu tit tá nakra vón um, at tit nú í februar mánaði skuldu standa í finaluni?

- Nei, tað høvdu vit so avgjørt ikki. Vit høvdu lítið og einki fólk, tá vit byrjaðu kappingarárið, og byrjanin í landskappingini var serstakliga vánalig. Men vit mentu okkum sera væl, og steypakappingin byrjar jú seinni, so tað var kanska nóg so heppið hjá okkum, at vit slóu til, akkurát tá vit skuldu. Og vit eru sjálvandi øgiliga glaðir fyri, at vit eru endaðir í finaluni.

- Tað er serliga verjuparturin, sum er blivin betri, og hann skal eisini rigga leygardagin, sigur Jónleif avgjørdur.

Sjálvur ert tú farin nakað um tey 40. Verður hetta seinasta finalan, at tú ert á vøllinum?

- Hatta er ein góður spurningur, men eg tori ikki at svara. Eg havi fleiri ferðir sagt, at eg skal gevast, men so byrji eg at venja aftur, og tað gangi eg 100% uppí tað. So tað má tíðin vísa. Eg eri so heppin, at eg eri sloppin undan ov nógvum skaðum, so eg haldi bara, at eg sigi, at eg taki eitt ár í senn, sigur veteranurin hjá Kyndli at enda.

Og so kann sum eitt kuriosum nevnast, at Jónleif væl kann vera við til at skriva søgu leygardagin. Tað man í øllum førum ikki vera ofta, at faðir og sonur spæla á sama liði, men tað ger Jónleif saman við elsta soninum, Andreas, ið spakuliga er við at bíta seg fastan á Kyndils-liðið.