Er framvegis niður í fýra kuldastig

Tað er kalt kring landið, men seinni verður heitari

Danska veðurstovan DMI sigur, at tá ið kvøldið kemur, so verður heitari, og í kvøld og í nátt verður millum 3 og 6 stig. 


Tað sæst tó einki til tað enn, tí framvegis eru hálkuávaringar kring landið, og í støðum eru nú niður í fýra kuldastig. Tað er kaldast á Gjáarskarði og á Norðradalsskari, har Landsverk sigur hesi 4 kuldastigini. Á Oyndarfjarðarvegnum eru 3 kuldastig, meðan tað eru 2 kuldastig við Norðskálatunnilin, á Kambsdali og á Gøtueiði. 

 

Á Tjørnuvíkarvegnum, á Streymnesi, og Norðuri í Sundum í Kollafirði er 1 kuldastig. Við Velbastaðháls eru 2 kuldastig, meðan tað eru 3 kuldastig á Høgareyni. Tað eru 3 kuldastig á Sandavágshálsi, og 1 kuldastig á Vatnsoyrum. Á Brekkuni Stóru í Sandoynni er 1 kuldastig. Á Fámjinsvegnum eru 2 kuldastig, meðan tað er 1 kuldastig á Porkerishálsi. 

 

Sostatt ræður framvegis um at ansa sær í ferðsluni, tí tað er hálkufráboðan at kalla um alt landið.