Er føroyskt eitt fremmandamál?

Tíðargrein:

Í ár eru júst 30 ár liðin, síðan eg fór í fyrsta flokk, og tí havi eg sjálvandi eisini verið í obligatorisku floksveitsluni og leitað aftur í barnaskúlin saman við gomlu floksfelagunum. Tað var stuttligt at síggja øll aftur og ikki minst tosa um farnar tíðir. Tað vóru ikki eiti á minni, ið runnu fram fyri okkum sum klokkan gekk, og myrkrið fall yvir býin. Eitt var tímin í frílesing.
Tað skal ikki vera nøkur loyna, at mín yndislærugrein var frílesing. Bøkurnar um De fem, SOS, De mystiske tre og Hitchcock vórðu skræddar av hillini - ella í okkara føri úr skápinum. Tí í mínum skúla vórðu bøkurnar læstar inni í einum skápi. Um lærararnir óttaðust, at ein vitanarhungraður næmingur smoygdi bókina niður í taskuna, meðan eingin sá, ella skúlin ikki hevði pening til eitt bókasavn, skal her verða ósagt. Men tað, sum er stuttligt - ella syrgiligt, er, at tað bert vóru 3-4 bøkur á føroyskum, sum vit tímdu at lesa: Frændaleysur og Krypilin minnist eg sum bøkur, sum vit klandraðust um og lósu upp í saman, tí ongar aðrar vóru. Vit lærdu skjótt, at danskt var kul, og føroyskt stinkaði.
Í kanning, sum júst er almannakunngjørd, verður víst á, at næmingar lesa elligomul høvuðsverk. Feðgar eru enn á ferð, og Heðin Brú fyllir mest á bókahillunum í skúlunum. Miðlarnir hava tikið evnið til sín, og kjakast verður dúgliga um, hvørt tað er rætt at lata børnini lesa gomlu bøkurnar ella ikki. Onnur halda, at tilfarið hjá Heðini Brú og samtíðarmonnum hansara er einasta tilfarið, vit hava á føroyskum, og sjálvandi hevur alt hetta sum vera man vakt mikla øsing millum foreldur. Men hví skulu tey ungu lesa nakað annað, og hvat ger tað við børnini og teirra fatan av føroyskum sum lærugrein og máli, at tey lesa gamalt tilfar?.
Tannáringar flestir seta spurnartekin við tilveruna, mørk skulu roynast og toyggjast. Sambandið við vinir og hitt kynið broytist, eins og likamið eisini broytir skap. Rumbul, órógv og hurlivasi eru kanska orð, sum lýsa tannáringatíðina hjá teimum flestu. Tí eru tað eisini hesi evnini, tannáringurin er áhugaður í og vil lesa um. Hvussu fólk skóru torv ella fóru á flot er fullkomiliga óviðkomandi, tá tú ert 13 ár. Men verða hesi óviðkomandi evnini borðreidd fyri teimum í føroyskum, meðan tey í donskum sleppa at lesa viðkomandi tilfar, skal ikki tað stóra hugflogið til at ímynda sær, at børnini sjálvandi fáa somu fatan av føroyskum, sum vit høvdu tá vit vóru ung. Og danskt verður sjálvsagt tað málið, ið vinnur frama.
Men hetta merkir ikki tað sama sum, at vit als ikki skulu lesa hesar bøkurnar. Tað merkir bert, at vit skulu lesa tær í brotum ella bíða við teimum, til børnini eru eldri. Tað er nú einaferð soleiðis, at kanningar vísa, at føroysk børn lesa ov lítið. Harumframt vita vit frá somu kanningum, at tey gevast at lesa áðrenn børn í grannalondunum. Tað er vanligt, at børn ikki lesa so nógv, tá tey verða tannáringar, hetta tí, at hormonir reika í kroppinum, og onnur ting eru, ið skulu granskast. Men í Føroyum gevast børnini at lesa, tá tey eru millum 10 og 11 ár. Hugsa so um, at hesi somu børn vóru 7 ár, tá tey lærdu at lesa, og nú sært tú, at ketan fer av. Tí, um tú bert hevur lisið nógv í 3 ár, so ert tú langt frá málinum at lesa somikið væl, at tú ikki noyðist at arbeiða fyri at skilja tað, sum tú lesur. Málið við lesingini má jú vera at lesa og skilja, tað tú lesur. Jú meiri venjing, tú hevur, lættari fellur tað tær at skilja tað, tú lesur. Ein tannáringur, sum sostatt gavst at lesa, tá hann var 10, er ikki ein garvaður lesari, og hvussu kann mann so vænta, at hesin persónurin skal lesa eina bók, sum fyri tað fyrsta viðger eina tíð og evni, sum ikki sigur honum nakað sum helst, umframt at bókin er skrivað á einum máli, ið er honum fremmant, og har hann má sita við móðurmálsorðabókini í føvninginum og sláa orð upp í øðrum hvørjum setningi, tí hann ikki skilur tekstin. Hetta er í roynd og veru at sammeta við, um tú sjálv/ur skuldi lisið eina týska bók. Nøkur orð hevði tú skilt - gamaní, men orðabókin má vera til staðar fyri at fáa fulla úrtøku úr bókini. Og hesa íløguna tíma tey fæstu at gera, tá tey eru 13 ár. Og hví skulu tey tað, tá tey ikki gera tað í enskum ella donskum? Tað er ótrúliga ræðandi at hugsa sær, at vit geva børnunum eina fatan av, at tað er føroyskt og ikki danskt og enskt, sum er fremmandamálið í og við at vit bæði innihaldsliga og málsliga ‘distansera’ tey frá bókunum.
Til stuttleikar eru her tvey brot úr ávikavist eini gamlari og eini nýggjari stuttsøgu. Báðar bøkurnar eru upprunaføroyskar. Eg veit, hvørja bók mær hevði dámt betur at lisið.
Nú fall hann á við regni eisini – illtungt var sum var at knosa seg fram eftir hesi bleytu mómýrini. Ein fittan døtt hevði eg at bera, og – blindar eru ókunnar gøtur – eg datt um gravir og gil, so tað gól í kroppinum ...Brot úr Prædikumaðurin Heðin Brú.

“Minst til, eg haldi ball í kvøld!” Ásla er í strammum, ljósareyðum joggingklæðum, og andlitið er dýggjað undir í brúnkremi, maskaru og lippglossi. Hárið, sum hon hevur litað sær krunkasvart, liggur við extensions langt niður um herðarnar. Brot úr bókini Skriva í sandin, Marjun Kjelnæs
Nógvir tannáringar lesa bert ta einu bókina um árið. Nevniliga høvuðsverkið. Tí er tað so ómetaliga týdingarmikið, at hetta høvuðsverkið er av slíkum slag, at tað innihaldsliga talar til børnini, samtíðis sum tað er skrivað á einum nútíðarmáli. Um ikki verða avleiðingarnar fatalar fyri føroyskt sum lærugrein.
Tá eg var barn, var orsøkin til at vit lósu so fáar føroyskar bøkur tann, at føroyska tilfarið ikki var til staðar. Henda undanførslan kann ikki longur brúkast, tí nógv tilfar er komið seinastu árini. Tilfar, sum bæði innihaldsliga og málsliga fangar børnini. Men verða hesar bøkurnar ikki lagdar fyri børnini, vita tey ikki, at tær eru til. Og sostatt verða teirra fordómar mótvegis føroyskum varðveittir.
Tað er umráðandi, at streymurin av bókum heldur fram, tí um 10 ár eru tær bøkurnar, sum koma í dag, aftur ov gamlar, og tí mugu vit flyta okkum alla tíðina og møta teimum ungu har, sum tey eru.