Annar er tann, ið dagliga er virkin og kennir avleiðingarnar, og hin er tann skúlaði viðmerkjarin, ið hevur førleika at gera menningarligar og roknskaparligar metingar av støðuni!
Peningaliga íkastið, ið ikki kemur úr danska statskassanum, snýr seg um tilfangið úr havinum.
Upphæddin úr danska fíggjarkassanum er rættuliga støðug, um vit politiskt ikki ørkymla renslið, men øðrvísi er við íkastinum úr havinum.
Vit vita so lítið um, hvørja ávirkan okkara veiða hevur á stovnin. Gita, men hava kanska kortini ikki rætt?!
Í rættuliga stóran mun er samfelag og fólk okkara skipað við møguleikunum úr havinum.
Fólk okkara hevur fyri neyðini javna tilgongd av fíggjarligari inntøku, tí vit hava innrættað okkum við dagligari útreiðslu til mat, hita, hugnað og uttanhýsis møguliga óneyðuga nýtslu av bili, báti og vikuskiftishugnað á matstovum v.m.
Sáttmálasamráðingar fara í hesum døgum fram um samsýning til arbeiðsfólk í fiskivinnuni.
Fyritøkur og skip eru í hesum tíðum sperd av hækkaðum útreiðslum, tó uttan tilsvartandi inntøkum frá veiðuvirði.
Við hækkaðum dagligum útreiðslum er kravið frá verkafólki hægri løn, meðan kravið frá reiðarum er hægri partur til manning at gjalda vegna lutvís hægri útreiðsu til m.a. olju og hýru, tí hesin partur tyngir so nógv raksturin, at hesin fæst ikki at hanga saman.
Rætta loysnin er helst ikki í eygsjón, men eg gjørdist kunnugur við, at ein fyritøka við Eyðstein Poulsen og Ågot ynskti at bróta upp úr nýggjum við at frysta veiðuna av línufiski umborð sohvørt veitt varð, so hesin fiskur var púra feskur og ikki moltnaður, og tí var verdur hægri prís!
Okkara virking av fiski er rættuliga konservativ. Alt skal vera eins, og tað altíð hevur verið, men er hetta rætt og gagnligt?
Eg gjørdi eina viðmerking um greinina í Norðlýsinum, men fekk eina viðmerking frá einum bygdarmanni mínum, at við hasum háttinum, so vildu skipini kenna eina sólskinssøgu við lægri hýrugjaldi við bíligari fremmandari arbeiðsmegi!. Men er tað har, trupulleikin er at finna?
Høvdu vit kunnað funnið saman um bestu umstøður hjá landsmonnum okkara! Tí tað er ongin loysn við fiskimonnum og ongum skipum, og tað er ongin loysn við skipum og ongum fiskimonnum!