Tað er spurningurin, sum Føroya Fiskimannafelag setir sær á síni heimasíðu, nú felagið hevur lurtað eftir landsbankastjóranum, Sigurdi Poulsen og Una Arge, viðmerkjara.
Felagið kemur til ta niðurstøðu, at landsbankastjórin tekur ikki undir við tilfeingisgjaldi, ei heldur Uni Arge.
- Nú brúkar landsbankastjórin júst somu grundgevingar, sum Fiskimannafelagið hevur framført í fleir ár. Hann sigur tað ikki vera heppið, at politikarar hava ov nógv av fólksins ogn at umsita, tí teir hava ikki hegni at umsita tað. Føra vit tað yvir á fiskivinnuna, merkir tað, at landsbankastjórin ikki er fyri tilfeingsgjaldi.
Føroya Fiskimannafelag hevur víst á, at eitt tilfeingisgjald er tað sama, sum at taka frá Føroya fólki og at søpla tað burtur onkursvegna, sum felagið tekur til.
- Landsbankastjórin vísir á, at tað er ógvuliga neyðugt við einum stovni, sum kann vísa á fíggjarligar avleiðingar, tá ymiskar avgerðir verða tiknar.
Upp aftur er tað meira umráðandi, at ikki fleiri gjøld verða løgd á fiskivinnuna og fiskimenn.
- Tað er hetta, vit liva av. Tí er tað ógvuliga gleðiligt, at tær grundgevingar, sum vit hava sett fram fyri at vísa á, at fiskivinnan og fólkið, sum starvast í vinnuni, er tað fíggjarliga lokomotivið, sum skal koyra Føroyar fram eftir.
Felagið leggur aftrat, at tað eisini var hugaligt at hoyra Una Arge siga tað sama í sendingini "Eygleiðingin", har hann ikki tók undir við eini niðurlegging av Landsbankanum.
- Tí yvirført á fiskivinnuna, merkir tað, at hann heldur ikki tekur undir við tilfeingisgjaldi. Tí er tað enn eina fer staðfest, at tilfeingisgjald ikki tænir føroyska búskapinum. Er fólkið við at vakna og er tað byrjað at lýsnað í eystri? Tað vóna vit, sigur Føroya Fiskimannafelag.