Er endamálið at skapa øsing?

Er ætlan landsstýrisins til samráðingarnar 2. mei, at skapa so stóra øsing sum møguligt, fyri á tann hátt at finna eina undarførðslu fyri at inndraga ein altjóða eygleiðara?

Komandi týsdag skal landsstýrið aftur á fund við donsku stjórnina. Fyrri fundurin partana millum (tann 17. mars í ár) gjørdist ein sannur rokfundur, millum annað av tí at landsstýrið ætlaði, at einki skuldi leka út til almenningin. Hvørki føroya fólk, ella umheimurin skuldu fáa nakað at vita um samráðingarnar.


Landsstýrið ætlaði

loynifund

Landsstýrið ætlaði og kravdi av donsku stjórnini, at hon gekk við til, at einki skuldi leka út. Samráðingarnar skuldu eftir landsstýrisins ætlan enda á Jóansøku, uttan at orð varð grett fyri føroya fólki ella øðrum um, hvussu gongdin undir samráðingunum hevði verið. Alt skuldi haldast dult.

Landsstýrið hevði eisini áðrenn samráðingarnar, við trúnaðarstempling og hóttanum um revsing, roynt at múlabinda bæði andstøðu og uttanlandsnevnd løgtingsins.

Sjálvandi segði danski forsætisráðharrin kortanei til hesa loyniætlan hjá landsstýrinum.

Tað er nevniliga fullkomiliga óhugsandi í einum av fremstu demokratium í heiminum, sum Danmarkar ríki er, at lagna føroya fólks verður avgjørd, uttan at fólkið veit av.


Landsstýrið

breyt siðvenju

Afturat hesum breyt landsstýrið eisini við alla siðvenju, við at boða øllum 179 fólkatingslimunum til fundar á Christiansborg áðrenn orðaskiftið í Fólkatinginum. Fólkatingslimir sóðu, at etikettin var sum hjá eini bananrepublikk, og tí møttu færri enn 10 fólkatingslimir upp til fundin. Hetta minkaði eisini um føroyska trúðvirði.

Orðaskiftið í Fólkatinginum um samráðingaruppleggið frá donsku stjórnini vísti annars, at stjórnin fekk dygga undirtøku.


Er endamálið

at skapa øsing?

Komandi týsdag skal landsstýrið aftur á fund við donsku stjórnina. Vit eru mong sum gita um, hvat landsstýrisins ætlan er til henda fundin.

Er ætlanin so sum ábendingar eru um, so skal tann stóra konfliktin skapast, fyri at fáa sett Danmark í so ringt ljós sum møguligt. Hetta skal síðani nýtast sum undarførðsla fyri at biðja um altjóða eygleiðara, at luttaka í samráðingunum.

Er tað veruliga so gali, at landsstýrið at skapa so stóra øsing sum møguligt, fyri at forpesta viðurskiftini ímillum londini?

Livst so spyrst!


28. apríl 2000

Edmund Joensen