Er ein sitrón gul ella blá?

Tey tunglyntu síggja heimin ómetaliga negativt. Her kann tann kognitiva viðgerðin geva teimum innlit í, at tey sjálvi hava avskeplað veruleikan

Tá talan er um tey tunglyntu, so er uppgávan í viðgerðini at fáa tey at skilja, at nógv í heiminum er negativt. Men so hagani og til at kolladøma allan heimin sum negativan er eitt ov langt lop.
Tey fáa at vita, at tey tulka heimin út frá teirri støðuni sum valdar í teirra innara lívi, men at heimurin altso ikki sær soleiðis út í veruleikanum.
Lagdur verður dentur á, at læra tey at síggja, hvussu tey sjálvi hava avskeplað veruleikum. Tað er júst henda negativa avskeplingin sum ger, at tey verða hildin føst í tunglyndinum.
Við teirri kognitivu viðgerðini og røttum heilivági kemur ein fram til tey bestu úrslitini og ein sleppur undan at sjúklingurin versnar aftur.
Viðgerðin her er rættiliga einføld: Ein sitrón verður løgd á borðið og sjúklingurin fær brillur við bláum gløsum á. Spurt verður síðani, hvønn lit sitrónin nú hevur. Onkur svarar blá og onkur annar grøn.
Men næsti spurningur er so: Júmen, hvønn lit hevur sitrónin í veruleikanum? Og svarið kemur beinanvegin:  Hon er jú gul!
Hetta einfalda dømi verður brúkt í viðgerðini fyri at fáa sjúklingin at skilja, at tær sálarligu brillurnar avgera, hvussu ein sær tann veruliga litin ella hvussu ein sær heimin.
Út frá hesum koma so prinsippini í teirri kognitivu viðgerðini inn, tí nú skal sjúklingurin læra seg at hugsa positivt og ikki minst í samsvar við veruleikan.
Sjúklingurin skal snøgt sagt læra seg at síggja sambandið millum hugsanir og kenslur og likamligu reaksjónirnar í mun til atferðina. Broytir ein eina av hesum viðurskiftum, so fær tað eisini ávirkan á alt hini.
Til trupulleikan
Mong av teimum tunglyntu hugsa bara negativt um seg sjálvan, tí tey einki halda seg duga ella kunna. Tað ringasta er kanska tað, at tey halda at eingin annar dámar tey.
Tey eru tí støðugt syrgin, óglað, einsamøll og uttanfyri. Tey kenna seg eisini altíð troytt, orka ikki at fara undir nakað og hava støðuga hjartabankan.
Tey ynskja tí ikki at koma í hóslag við nøkur av teimum viðurskiftunum, sum kunnu útseta tey fyri hesum stressinum.
Í viðgerðini verða tey hinvegin sett andlit til andlit við hesa tulkingina av umheiminum, fyri at fáa tey at síggja, at hetta er ikki ein røtt uppfatan: Tað eru hóast alt mong sum eru góð við viðkomandi.
Tað vísir seg eisini, at sjúklingarnir sjálvir fáa eyguni upp fyri tí, at tey einaferð í tíðini vóru dugnalig í einumhvørjum verki ella arbeiði. Tey fáa somuleiðis latin eyguni upp fyri, at tey hava havt fullkomuliga skeiva hugsan um hesi viðurskiftini, tí at tey allatíðina hava sagt sær sjálvum tað øvugta.
Tað er tann tunglynta kenslan sum stýrir hugsanini, og at tað ikki eru teir sonnu tankarnir sum stýra kenslunum.
Sjúklingurin fær nú eyguni upp fyri, at tað kennist hugaligt at hava hesar hugsanirnar og at tankarnir verða vendir meiri móti tí positiva og glaða.
Hetta ávirkar so aftur tær likamligu reaksjónirnar, tí sjúklingurin nú byrjar at kenna ein innvortis hita, hann fær meiri orku og fær huga at gera eitthvørt.
Hóast sjúklingurin er komin so langt í viðgerðini, so er neyðugt at hann framvegis venur seg við støðurnar, tí tað krevur tíð at viðlíkahalda hesa broytingina.
- Ja, vit siga at tað tekur 1 til 2 mánaðir at broyta ein vana, um ein hevur havt ein óvana í langa tíð. Men fyri sjúklingin kennist tað sera positivt, tí teir kenna ofta eina broyting í stundini.