Fór drotningin farin út um mark í talu sínari, tá hon hálovaði nýggju yvirtøkulógini? Hendan spurning settu fleiri eftir røðuna hjá drotning Margretu, sum hon helt í Norðurlandahúsinum mánakvøldið.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at drotningin flytur seg á markinum til tað, sum fólk halda vera hóskandi hjá einum monarki.
Tá Margreta drotning fyri stuttum gav eina bók út við egnum meiningum og eygleiðingum, vóru fleiri serfrøðingar og parlamentarikarar, ið vístu á, at drotningin var farin út um mark.
Í bókini gevur hon sínar meining til kennar um fleiri umstrídd mál í danska samfelagnum. Eitt nú ávaraði drotningin ímóti at sundurlima tað tætta sambandið millum kirkju og stat.
Professari fanst at
Hetta fall mongum fyri bróstið, og professarin í statsrætti við Århus Universitet, Jens Peter Christensen, metti, at drotningin í hesum føri var farin út um markið fyri, hvat hon kann loyva sær at siga alment.
Jens Peter Christensen segði um tað málið, at ?praksis er, at drotningin ikki úttalar seg um politisk mál. Øll skipanin byggir á, at hon er ein savnandi figurur. Drotningin er uttan ábyrgd, meðan ráðharrin kann dragast til svars. Tað byggir á, at hon er ein ópolitiskur figurur,? segði Jens Peter Christensen við Politiken tann 15. apríl 2005.
Hann metti harumframt, at málið um sambandið millum kirkju og stat var eitt politiskt mál, og tí skuldi hon ikki havt úttala seg um tað málið.
Høgni Hoydal hevur givið ilt av sær, og hann legði drotningina undir at bera fram ein politiskan boðskap fyri forsætismálaráðið í røðuni í Norðurlandahúsinum, sum var send beinleiðis í sjónvarpinum. Hann segði við útvarpið, at tað er sera óheppið, at drotningin dróg politisk mál inn í røðuna. Finnur Helmsdal hevur ført somu sjónarmið fram í lesarabrævi.
Stjórnmálafrøðingurin Bogi Eliasen sigur, at brotið í taluni hjá drotningini er á markinum til politiska uppílegging, og tað er sera óheppið.
Vit royndu at fáa fatur á fjølmiðlastjóranum hjá kongshúsinum til eina viðmerking, men hon var ikki at hitta áðrenn evstamark.