Er "Caprella mutica" ein hóttan?

Krabbadýrið heldur til í Japanska havinum, men varð í 2008 funnið í alibrúkum í Føroyum.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í umhvørvismálum, hevur tikið avgerð um at veita fimm verkætlanum stuðul av játtanini til umhvørvisverndartiltøk. Tá freistin at søkja var úti, hevði Fiskimálaráðið fingið tilsamans 18 umsóknir.

 

Millum verkætlaninar, sum hava fingið stuðul, er ein verkætlan hjá Jógvani Fróða Hansen á 80.000 krónur. Verkætlanin verður rópt "Útbreiðsla og møgulig árin av innslødda krabbadýrinum Caprella mutica í Føroyum”.

 

Krabbadýrið hoyrir náttúrliga til í Japanska havinum, men  2008 varð tað fyrstu ferð funnið í tveimum ymiskum alibrúkum í Føroyum.

 

- Ikki er greitt, hvussu Caprella mutica er innsløtt til Føroya. Við kanningunum ber væntandi til at staðfesta, um krabbadýrið hevur spjatt seg til onnur búøki, og um tað er ein hóttan móti øðrum djórasløgum, sigur Fiskimálaráðið.