Er buglan loysingin?

Á tíðindafundi í Tinganesi sam­an við Helle Thorning-Schimdt, forsætisráðharra, tos­aði Kaj Leo Holm Jo­hann­e­sen, løgmaður í myndatalu um ætlaða boykottið hjá ES mót­vegis føroyingum.
Helle Thorning-Schmidt segði, at Danmark vil »ikke gøre ridser i lakken i rigsfællesskabet...«

Løgmaður segði, at um ES fer at boykotta Føroyar – og har­við eisini Danmark, so verð­ur tað ikki bara ein »ein skøva í lakkið« hjá rík­is­fel­ags­skapinum. Tá verður tað »bugla í bilin«.
Á ólavsøku í fjør boðaði løg­mað­ur frá, at hann sá fyri sær ein ríkjafelagsskap mill­um trý sjálvstøðug lond, Føroyar, Danmark og Grøn­land.
So er spurningurin, um mynd­a­talan hjá løgmanni í Ting­a­nesi skal reflekterast aft­ur til hina myndataluna á ólavsøku:
– Skøvan í hurðini er rík­is­fel­ags­skapur millum trý lond í sam­a ríki, meðan byglan í hurð­ini er ríkjafelagsskapur mill­um trý sjálvstøðu lond.