23 ára gamli landsliðsleikarin Brandur Olsen er allarhelst á veg aftur til danskan fótbólt. Tað er niðurstøðan hjá danska Tipsblaðnum, sum veit, at fleiri donsk feløg hava víst áhuga fyri Brandi Olsen. Blaðið hevur eisini spurt seg fyri hjá umboðsmanninum hjá føroyinginum, sum er Jákup í Stórustovu.
- Eg kann vátta, at har er áhugi frá nøkrum norðurlendskum feløgum. Vit eru í góðum dialogi við FH, og saman arbeiða vit uppá at finna rætta felagið til Brand, sum fegin vil royna seg á hægri støði, sigur Jákup í Stórustovu við Tipsblaðið.
Brandur Olsen segði við FM1 aftan á dystin móti Svøríki mánakvøldið, at hann ynskti at fara nýggjar leiðir og royna seg á hægri stigi. Les meira og hoyr samrøðuna HER.
Føroyski landsliðsleikarin hevur spælt við bæði FCK og Randers FC, áðrenn hann fór til íslendskan fótbólt.
Lars Olsen, sum mánakvøldið hevði sín síðsta landsdyst sum føroyskur A-landsliðsvenjari, er sum kunnugt nýggjur venjari hjá superligufelagnum Esbjerg. Spurningurin er, um Lars Olsen hevur hálað føroyska stjørnuskotið við sær til Esbjerg. Á sosialu miðlum eru tað nøkur, ið vilja vera við, at hetta er væl møguligt.
Brandur Olsen er í løtuni í íslendskum fótbólti, har hann spælir við stórfelagnum FH. Har hevur hann verið ein stórur profilur á liðnum og hevur skorað 18 mál í 55 dystum. Brandur hevur verið í FH í hálvtannað ár og sáttmála har gongur út um tvey ár.