- Tað eru alt ov nógv, sum taka kjansin og bíða við at skøða bilin til veturin.
Tað heldur Heini Eysturoy á Landsverki.
Hann staðfestir, at hálkan kemur oftast áðrenn vit varnast tað, oftani um náttina, so at tað er hált um morgunin, og tá kann vandi skjótt standast av.
Tí mælir hann bilførarum til at vera fyrivarnir og at skøða bilin til veturin í góðari tíð.
Í hesum sambandi hugsar hann um at seta antin vetrardekk ella píkadekk undir bilin.
Tað einasta, tú ikki skalt koyra við um veturin, eru summardekk.
Summardekk eru gjørd úr tilfari, sum harðnar, tá tað er kalt og sostatt missa tey skjótt takið í vegnum.
- Tí eru øll vetrardekk betri enn summardekk, sigur Heini Eysturoy.
Hinvegin vil hann ikki siga, hvat er best, vetrardekk ella píkadekk.
- Tað veldst um umstøðurnar. Tað er skilligt at ein, sum bara hevur brúk fyri at koyra í bygdum øki, og sum kann lata bilin standa tá ið líkindini eru ivasom, hevur ikki brúk fyri píkadekkum.
- Men koyrir tú ímillum bygdir, ella skalt ígjøgnum brattar brekkur, og tú annars hevur fyri neyðini at koyra, eru píkadekk rætta loysnin, tí tey eru betri, tá ið tað er glerstoytt.
Eisini bilarnir hjá Landsverki, sum eru í vetrarhaldinum, hava píkadekk, tí teir SKULU eisini koyra, har tað er glerstoytt.
Mynstrið á dekkunum skal vera minst 1,6 mm djúpt.
Annars vísa útlendskar kanningar, at hvat ferðsluvanlukkum viðvíkur, hevur tað sum heild ongan týdning, um bilurin er skøddur við píkadekkum ella vetrardekkum.
- Hinvegin vísir tað seg, at alsamt fleiri bilførarar, fara frá píkadekkum og seta vetrardekk undir bilin, leggur hann afturat.
Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30 apríl.
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynstrið á dekkum. Sostatt skal mynstrið skal vera minst 1,6 mm djúpt.
- Tó vilja fakfólk vera við, at fyri ferðslutrygdina skal mynstrið á summardekkum vera minsta tveir millimetrar djúpt og á vetrardekkum skal tað vera minst tríggjar millimetrar, sigur Heini Eysturoy.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat Heini Eysturoy annars hevur at siga um vetrarkoyring.









