Er ballið buið?

Tað heldur íslendski aðalkonsulin í Føroyum í hvussu so er, Eiður Guðnason, ið nú fer frá vegna aldur og leitar sær heim til Íslands aftur.

Men hvat var tað fyri ball? Góðar tíðir, samfelags-framburður og búskaparlig yvirflóð? Ella ein long surrealistisk nátt á kasino? Hevur ballið verið serliga stórt í Føroyum? Hugsi ikki kasino-mentaliteturin sum so liggur til føroyingar. Tá er tað heldur gullgravara/Klondyke-mentaliteturin. Og hann er ikki altíð óheppin.

Well! Avleiðingarnar frá globala fíggjar-kervinum koma vit at merkja her hjá okkum uttan mun til hvønn leiklut vit hava havt. Øll verða revsaði í felag. Bæði stór-spekulanturin, lítla fyritøkan og unga barna-familjan, ið bara ynskir at seta búgv.

Eitt forfrískandi og moral-styrkjandi geyl kom tó beint fyri jól frá nevndarforkvinnuni í Íverksetarahúsinum í Klakksvík, Kitty May Ellefsen.Meðan alt stendur á lopi og allur tíðindafloymur og tos millum fólk í løtuni snýr seg um kreppa, hall, húsagangur, uppsagnir osfr., so eiga vit ikki at gerast máttleys, dapurskygd og missa allan stríðshug. Tað er í broytingartíðum, at til ber hjá virkisfúsum fólki at hugsa nýtt og troyta nýggjar møguleikar, skrivar Kitty May millum annað.

Eingin ivi um at nógv verður at hugsa um nýggjársaftan! Men hvussu verður hugburðurin? Er nøkur meining at skeinkja í sjampanjuglasið í ár? Hevur tað harafturímóti uppiborið at standa tómt? Um vit so kortini skeinkja okkum í, er glasið so hálvtómt ella hálvfult?

Hjá teimum treystu eru prei í Vínummælinum um bestu sjampanjurnar.

Matummælið viðmælir at eta russisk Blini nýggjársaftan. Sum tapas afturvið sjampanjuni.

Bókaummælið umrøður sera væl úr hondum greidda bók um sushi.

Í Uppskriftini greiðir Absalon Jacobsen, víntænari, frá um yrki sítt og letur samstundis sjampanjuna upp.

Gott nýggjár øll somul! Vit síggjast aftur fríggjadagin 9. januar.

At enda fari eg at heita á lesarar um at tekna seg til eitt komandi tíðindabræv, ið umvegis telduposti - fer at kunna um hvat rørir seg í Grams-høpi annars.

Hetta gerst heilt einfalt við at skriva til

mortan@hamrabyrgi.com

og upplýsa navn og teldupost.