Er risastóra alifyritøkan, Bakkafrost í veruleikanum skaðilig fyri Føroyska samfelagið.
Tað er ein spurningur, Óli Breckmann fer at viðgera í beinleiðis sending hjá Óla Breckmann á Rás2 klokkan 16 í dag. - Í eini skakando grein í farnu viku skrivaði Hermann Oskarsson at teldufyritøkan Simprentis og eigari hennara, Ólavur Ellefsen, vóru Føroyum til stórt gagn, tá fyritøkan varð seld einum amerikanskum felag, Schlumberger, fyri 15 milliónir krónur, sigur Óli Breckmann. - Verri er við alivirkinum Bakkafrost, sum hevði yvir 700 milliónir konur í avlopi í fjør, leggur hann afturat.
Hermann Oskarsson skrivar, at tað er eingin sum helst rímiligheit í, at útlendingar, og nakrir fáir úrvaldir føroyingar, skulu fáa árliga avkastið av tí tilfeingi, sum Føroya fólk eigur í føroysku firðunum. - Tað er skaðiligt fyri vinnuliga umhvørvið í landinum, tað er skaðiligt fyri sosiala samanhangin í landinum, og tað kann saktans gerast skaðiligt fyri politisku heilsuna í landinum, leggur hann afturat.
Meðan Simprentis er lýsandi dømi um, hvat ið kann koma burtur úr góðum hugskotum, væl lærdum og dugnaligum fólki, ídnum og framskygdum leiðarum, so er læran av søguni um Bakkafrost at (tað ræður um at) standa fremstur í vinaskaranum hjá Landsstýrismonnum, sum býta út aliøkini.
Hesi sjónarmið fara Óli Breckmann og Símun Absalonsen, grannskoðari, at umrøða á Rás2 klokkan 16 í dag.
|










