Ráðstevnan, sum í ár verður á Faroexpo, verður í Løkshøll í Runavík fríggjadagin, 28. oktober frá klokkan 13-17.
Høvuðsheitið á ráðstevnuni er: ”Almenni geirin - ein avbjóðing í føroyska búskapinum”. Ráðstevnan hevur eisini trý undirheiti, 1) Lýsing av støðuni, 2) Avbjóðingar - gongdar leiðir og 3) Hvat gera okkara grannalond?
- Nú alt fleiri almennar uppgávur verða lagdar út til kommunurnar at umsita, seta vit spurningin, hvørjar avbjóðingar og hvørjir møguleikar liggja í hesum skifti.
Spurt verður eisini, um støddin á almenna geiranum er ein hóttan móti vælferðini í føroyska búskapinum - ella, um hetta er rætta løtan til nýhugsan á økinum.
- Spurningarnir, sum kunnu reisast í hesum sambandi, eru nógvir, og tí vænta vit eina spennandi og avbjóðandi ráðstevnu um hetta evnið.
Fyrireikararnir av Faroexpo vísa á, at ráðstevnan í ár verður hildin á føroyskum, men tað verður gjørligt at hoyra enska umseting beinleiðis umvegis oyrabúffar. Fyrri parturin av ráðstevnuni verður fyrilestrar, har evnið verður lýst, og seinni partur verður kjak.
Fyrilestrarhaldarar verða Ben Arabo, Leon Lerborg og Marita Rasmussen. Í kjakpanelinum verða Marita Rasmussen, Ben Arabo og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, og tað verður Uni Arge, sum verður orðstýrari.
Í stuttum er at siga um fyrilestrarhaldararnar, at Ben Arabo er forstjóri í Atlantic Petroleum.
Danin, Leon Lerborg, er granskari í CBS og stjóri í stovni fyri almennari leiðslu. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu og stýring innan almenna økið. Hann er magistari í heimspeki og stjórnmálafrøði, rithøvundur og fyrilestrarhaldari.
Marita Rasmussen er stjóri í Vinnuhúsinum, sum eisini varðar av Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Ráðstevnan, sum verður í Løkshøll, er almenn, og tilmelding fer fram um heimasíðuna www.faroexpo.fo - ella á tlf. 666600.