Eplini og røturnar verða tikin upp, og tey fyrstu hava longu flett. Heystið er komið, og í Sandoynni verður tað hátíðarhildið væl og virðiliga. Í Trøðum á Sandi verður leygardagin Eplafestivalurin hildin. Hetta er eitt tiltak til heiðurs fyri gróður og góðan mat.
Á festivalinum spenna bøndur og onnur seg út við sølu og smakkroyndum, grønmeti og durasølu av kjøti. Tað fer at bera til at koma við børnunum og taka síni egnu epli upp og gjalda eftir vekt. Ein mini-djóragarður verður í Skemmuni, og inni á Fløtum fletta tey, hava opið hús og selja samstundis nýflett lambskjøt, sundurskorið, um man ynskir sær tað.
Kappingin “ársins eplarættur” fer av bakkastokki klokkan 12.00. Einasta kravið til luttøku er at koma við einum matarrætti, har epli eru høvuðstilfar.
Leif Sørensen, kokkur, er ættaður úr Trøðum, og borðreiðir til ta stóra heystgildið, sum verður um kvøldið.
Allan dagin ber eisini til at fáa sær at eta í forkunnugu heimamatstovunum í trimum húsum í Trøðum. Eisini her verða epli í alskyns útgávum at smakka, umframt annað gott.
Seinnapartin letur pubbin á verkstaðnum hjá Jógvan-gubbanum upp. Miðstovumenn koma at fortelja um lív og levnað í Trøðum á pubbini, og eisini verður harmonika og sangur.
Um kvøldið er dansur, har Flemming og vinmenn spæla.