Eplafestivalurin hinu megin ánna

Hvussu verður við Eplafestivalinum, og hvussu verður við Seinsummardøgum? Hesir spurningar hava verið nógv settir seinastu tíðina.

 

 

 

Avgerð er nú tikin um, at Eplafestivalurin, sum í nøkur ár hevur verið hildin í Trøðum á Sandi, í ár verður hinu megin ánna við miðdepli miðskeiðis í Sandsbygd, og tiltakið verður leygardagin 2. oktober.   

 

Í fjør var eingin Eplafestivalur vegna koronu-støðuna, og ivi hevur verið um tiltakið í ár eisini. Men, hetta er nú komið upp á pláss. Festivalurin verður ikki í Trøðum, men á Sandi.

 

- Hvar ymisku tiltøkini verða, verður upp til tey, sum skipa fyri. Øll, sum ætla sær at skipa fyri eitt nú heimastovu, tiltaki í garasju, kjallara, túni ella hoylofti, eru hjartaliga vælkomin við í skránna. 

 

Á Facebook-síðuni - Tiltøk í Sandoyar sýslu - sum Visit Sandoy stendur aftanfyri, verður sagt soleiðis:

 

- Umframt tykkara egnu hugskot, hava vit brúk fyri, at onkur leggur hús til hesi tiltøk:

 

* Stovukonsert (Krevur bert, at tú leggur stovu og sitipláss til. Kunningarstovan finnir tónleikarar).

 

* Stovu-søgufrásøgn. (Fyrireikararnir skaffa frásøgufólk, um onkur vil leggja stovu, kjallara ella hoyloft til)

 

* Eigur tú perfekta hølið til eina lítla pubb - hoyggjhús, fjós ella kjallara? Tit, sum kenna Eplafestivalin, vita, at sera nógv kann umskapast til perfektu pubbina!

 

- Fólk eru vælkomin at siga frá hjá Visit Sandoy um høli, hugskot og luttøku annars, verður lagt aftrat á Facebook-síðuni hjá Visit Sandoy.