Eplafestivalurin er í gongd

Eplafestivalur er í Trøðum á Sandi í dag, og klokkan 10 í morgun lótu sølustøð og kaféir upp.

Eplafestivalur er í Trøðum á Sandi í dag, og klokkan 10 í morgun lótu sølustøð og kaféir upp í Trøðum.

 

Sølustøðini selja ymiskt grønmeti, nýflett lambskjøt, neytakjøt, smyrjibreyð, drekkandi, og tað eru eisini fólk, sum selja eitt nú dukkuklæði, seymað og bundin pløgg.

 

Matvørur, sum eisini eru til sølu, er feskur fiskur, kjálkar og lippur, og eisini verður góða skinkan við í Trøðum.

 

Í morgun er Skemmudjóragarður opin í Trøðum, og her eru sølur á eitt nú Beitisloftinum, kjallaranum hjá Gaard og í erva á verkstaðnum hjá Jón.

 

Matstovan Eplamamman hjá Unni í Uttastovu er opin við mongunmati og verður opin allan dagin – og í Kálvafjósinum fæst muffins, pylsur og kakao.