Eplafestivalur við takkargudstænastu

Nógva staðni kring heimin er vanligt at hava gudstænastur, tá heystardagur er, og tá grøðin er fingin til høldar.

 

Traðarfólkini, sum varða av Eplafestivalinum leygardagin 1. oktober, hava fingið í lag, at takkargudstænasta verður í Sands Kirkju leygarkvøldið kl 18. Tað verður Havstein Klein, prestur, ið skipar fyri.

 

Viðrar fer kirkjufólkið til gongu, eftir gudstænastuna, eftir gomlu kirkjugøtuni yvir í Traðir til stóru veitsluna, har borðreitt verður við øllum góðum ur Sandoynni.