5. juli hevði Epileptikarafelagið aðalfund í MBF-húsinum í Havn, og skipað nevndin seg við Randfríð Sørensen, Tórshavn, sum formanni. Næstformaður er Sólbjørn Jensen í Fuglafirði. Skrivari er Ása Østerø, Tórshavn, kassameistari er Elma Berg Danielsen, í Havn, og nevndarlimur er Mari Johannesen í Hoyvík. Sum tiltakslimir vórðu vald Gullberg Gullfoss, Hoyvík og Elisabeth Leo, Skopun.
Ú nevndini fór Annika Krossstein, ið bar seg undan afturvali.
Felagið hevði seinast í mars mánaði vitjan av Bjarka á Rógvu Hansen, neurologi á Ríkissjúkrahúsinum og Lene Sahlholdt, psykoneurologi frá Dianalund og møttu ein i 70 fólk fyri at hoyra tey siga frá um epilepsi, ymisk herðindi, heilivág og lívskvalitet.
Nevndin fer at arbeiða í komandi ári við at røkka meiri út á ø.kini runt um í landinum við onkrum tiltøkum, so sum okkurt fyri tey ungu, ið hava epilepsi. Eisini kemur kanska onkur uttanífrá at greiða meira frá um epilepsi. Ynski hjá nevndini er eisini, at fleiri epileptikarar vilja gerast limir í felagnum, sigur Epileptikarafelagið í tíðindaskrivi.