Eftir at hava gjørt tænastu í meiri enn 50 ár er heimsins fyrsti kjarnorkurikni flogberi, tann amerikanski USS Enterprise, er nú farin á sína seinastu uppgávu. Tað er í Persaflógvanum, og seinni í ár setir skipið kós ímóti herflotastøðini í Norfolk í statinum Virginia fyri seinastu ferð.
USS Enterprise er 342 metrar langt og hevur átta kjarnorkureaktorar, og tað fer at taka ár at taka teir úr skipinum, tá tað verður lagt, skrivar Reuters.
Næstan 6.000 hermenn hava gjørt tænastu umborð á USS Enterprise, sum hevur pláss fyri 110 stríðsflogførum.