Enter og exit Føroyar

Klumma

Tað eru skjótt trý ár liðin, og sárini eru um at verða lekt. Sárini av at fara úr Føroyum - velja mítt føðiland frá, tí tað tíanverri ikki kundi meta seg við tað, vit fóru aftur til.


Havi júst lisið bókina "Exit Føroyar" - ein góð og týdningarmikil bók - og eg kenni meg so nógv aftur í øllum tí, sum verður lýst í bókini.


Tey, sum ikki vilja steingja hurðina til at flyta heimaftur. Tey, har lívið uttanlands er so gott, at tað er torført at fara frá. Og so tey, sum vilja og trúgva uppá einar Føroyar, ið rúma øllum, og har liviumstøðurnar eru líka góðar sum í øðrum Norðanlondum.


Eg vildi so gjarna trúgva, at lívið í Føroyum var tað, eg vildi. Nógv ávaraðu meg um, at tað, man fer frá sum tannáringur, ikki er tað sama, tá man kemur heim 18 ár seinni. Men eg lurtaði ikki. Føroyar eru eitt fantastiskt land, og betri fólk er ikki at finna. Tað fari eg altíð at standa fast við.


Men eftir nøkrum mánaðum í Føroyum vísti tað seg, at lívið var tyngri, fátækari og meira avbyrgt, enn vit vóru von við. Kostnaðurin fyri at flyta heim gravaði djúp hol í okkara lummar, og setningar sum "Tit skulu ikki halda at nøkur pláss standa og bíða eftir tykkum" vóru galdandi – og ikki bara fyri barnaansingina.


Avgerðin at fara av landinum aftur eftir bara einum ári var tung - sera tung. Um vit gjørdu rætt, fáa vit ongantíð at vita, men tað kennist, sum okkara familja hevur tað betri uttanlands enn í Føroyum. At maðurin er útlendingur hevur sjálvandi sítt at siga, men avgerðin var okkara og ikki bara hansara.


Hóast hetta so eri eg so sera glað fyri, at vit gjørdu hesa royndina. Tí nú vita eg og Føroyar hvar vit hava hvørtannað. Vit eru góð, men vit hava tað best, um vit ikki búgva saman. Sambandið halda vit við, at eg arbeiði partvís í Føroyum og vitji so ofta, eg havi ráð. Tað kann væl verða, at vit flyta saman aftur á gamaldsaldrinum - mær hevur so ongantíð dámt at steingja hurðar.