Fótbóltur
Dreymurin hjá FCK um enn fleiri Champions League milliónir brast, tá teir í gjár spældu útidyst móti Benfica.
Dysturin endaði 3-1 til portugisiskur vertirnar, sum allan dystin á tamb høvdu eina greiða yvirvág. Longu eftir góðum korteri stóð 2-0 á talvuni, og so var at kalla liðugt hjá FCK. at Marcus Allbäck móti dystarenda minkaði um munin, gjørdi ikki tað heilt stóra fyri FCK, sum tó kann líta aftur á eina luttøku, sum í nógvar mátar hevur verið framúr vælegnað. Fíggjarliga hevur felagið í fleiri ár verið so nógva tað sterkasta í Danmark, og tann støðan verður bara styrkt við luttøkuni.
Men eisini ítróttarliga hevur hetta munað væl. Bara slíkar avbjóðingar gera tað munin lættari at fáa fatur á sterkum útlendskum spælarum, og so skerst ikki burtur, at úrslitini á heimavølli hava verið góð. Har hevur FCK nevnliga enn ikki tapt.
Ensk umboð undir trýsti
Við sigrinum helt Benfiac fast um sín møguleika at koma víðari, og tann spurningurin verður avgjørdur í seinasta umfarinum, tá teir vitja á Old Trafford.
Og eins og tað var í Lissabon fyri júst einum ári síðani, so er aftur talan um lagnudyst millum Manchester United og Benfica. Annan dystin á rað máttu reyðu devlarnir hjá Sir Alex Ferguson nevnliga lúta, og eftir framúr byrjanina við níggju stigum í trimum dystum eru teir nú brádliga í vanda fyri at missa rættin til víðari luttøku. Hesa var eitt einsamalt fríspark frá japanska Nakamura nóg mikið hjá Celtic, sum nú kann standa seg við javnleiki í seinasta dystinum, sum er í Parkini móti FCK.
Og tað saman er galdandi fyri Arsenal, sum í fjør spældi finaludyst í kappingini. Enskur fótbóltur hevur annars staðið seg framúr væl seinnu árini, men eins og Manchester, so er Arsenal í stórum trupulleikum.
Týskvøldið greiddu teir tó sín setning, tá teir vunnu heimadystin móti Hamburger SV, men enn er nógv arbeiði eftir. Arsenal skal í seinasta dystinum spæla móti Porto, og har er kravið ein sigur, um kanónirnar úr London skulu vera vísar í víðari luttøku. Ikki minst tí CSKA samstundis spælir móti Hamburg, sum enn einki stig hevur vunnið.
AEK leyp framum
Í bólkunum E og H er spenningurin ikki eins stórur. Lyon og Real Madrid vóru longu komin víðari, tá dystaðust í Madrid, og tí mundu báðir partar vera so hampuliga væl nøgdir við 2-2 javnleikin.
Eisini í bólki H er oddasessurin avgreiddur, men úrslitini týskvøldið komu tó illa við hjá Lille. Hevði Lille vunnið sín væntaða heimasigur á Anderlecht, meðan Milan gjørdi sítt í Athen, var franska arbeiðið liðugt, men soleiðis gekst tó ikki. Ístaðin mátti Lille taka til takkar við javnleiki, og tá AEK vann heimadystin á longu tryggjaða Milan, eru tað nú brádliga teir, sum standa við bestu kortunum undan seinasta umfarinum.